Fylg við beinleiðis: Hálvfinala millum Føroyar og Finnland

U16 flogbóltur: Her kanst tú síggja dystin

Føroyska U16 liðið hjá gentum í flogbólti spæla beint nú í hálvfinaluni, har tær taka ímóti Finnlandi.

 

Føroyar vunnu dystin móti grannunum úr Íslandi fyrr í dag 3-1, og tískil eru tær komnar víðari til hálvfinaluna í EM-kappingini, sum Høllin á Hálsi er karmur um hetta vikuskiftið.

  

Hendan EM-kappingin er størsta einstaka kappingin, ið Flogbóltssambandið hevur fyriskipað, og serliga spennandi er tað, at hetta er yngsti árgangur, ið Flogbóltssambandið nakrantíð hevur havt við í altjóða kapping.

 

 

Føroyar - Finnland dagføring:

17:50: Finnland vinnur 1. sett 25-13

18:10: Finnland vinnur 2. sett 25-13

18:29: Finnland vinnur 3. sett 25-11 og er harvið víðari til finaluna

 

 

Dysturin millum Føroyar og Finnland kann stroymast BEINLEIÐIS HER á Flogbóltsvarpinum.