Í kvøld kl.23.30 verður stóra finalan í amerikanskum fótbólti, Super Bowl, sum fyri hundraðtals milliónir hyggjarar kring heimin eisini er eitt tiltak, har tey hittast og gera okkurt burturúr kvøldinum.
Eisini í Føroyum hevur Super Bowl hug at vinda upp á seg, og vit hava spurt nakrar føroyingar hvussu teir fara at halda Super Bowl, sum í ár er ímillum Tampa Bay Buccaneers og Kansas City Chiefs.
Navn: Teitur Joensen
Hvussu leingi hevur tú fylgt við amerikanskum fótbólti?
- Eg havi fylgt við í amerikanskum fótbólti í á leið 20 ár. Eg minnist, at eg plagdi at sita og zappa framman fyri skíggjan sunnukvøld fyri mongum árum síðani, tá eg var rættiliga nógv ár yngri, enn eg eri nú, og hvørja ferð datt eg fram á henda amerikanska fótbóltin á TV2 Zulu. Eg helt tað vera so skít býtt, men eitt sunnukvøld, tá eg ikki fann nakað annað at hyggja eftir, so valdi eg at geva amerikanskum fótbólti ein møguleika. Og teir báðir Claus Elming og Jimmy Bøjgaard fangaðu meg alt fyri eitt. Síðani tá havi eg fylgt við í amerikanskum fótbólti, og áhugin er bara vorðin størri við árunum.
Hvat er tað við amerikanskum fótbólti, sum hugtekur teg?
- Tað er heilt víst tað taktiska, sum hugtekur meg mest. Spælið er nógv meira taktiskt, enn tað kanska sær út til, tá mann ikki skilir tað væl. Eitt annað, sum hugtekur meg við amerikanskum fótbólti er fantasy, har eg havi verið rættiliga aktivur seinastu á leið 10 árini.
Hvørjum liði heldur tú við, og hvussu væl fylgir tú við?
- Eg haldi við Green Bay Packers, og tað havi eg gjørt, síðani eg byrjaði at fylgja við. Eg fylgi sera væl við. Eg hyggi eftir amerikanskum fótbólti hvørt sunnukvøld – gjarna tveimum dystum – og eg havi altíð fingurin á pulsinum við teimum dystunum, sum eg ikki siti og hyggi eftir. Eg vil siga, at eg fylgi kanska betur við í amerikanskum fótbólti, enn eg geri í Premier League, og tað sigur helst ikki so lítið.
Hvat væntar tú tær av Super Bowl í ár, og hvør væntar tú vinnur?
- Eg vænti mær eitt gott show, sum tað eisini plagar at vera, men finalan verður sjálvandi eitt sindur øðrvísi enn vanligt, tí tað ikki verið ein fullsettur leikvøllur. Viðvíkjandi sjálvum dystinum, so vænti eg, at Kansas City Chiefs fer at vinna ein tættan dyst.
Hvussu fert tú at halda Super Bowl í ár?
- Vit eru nakrir vinmenn, sum hava hugt eftir Super Bowl saman tey síðstu á leið 10 árini, og tað verður tað sama í ár. Vit møtast út á kvøldið, fáa okkurt gott at eta og drekka, og so hugna vit okkum, meðan vit hyggja eftir dystinum.