? Fylgið samtyktini

Boðini frá Jógvani Sundstein eru, at allir flokkar skulu fylgja løgtingssamtyktini um at skipa Føroyar sum fullveldi

Tað eru iki tær heilt stóru viðmerkingarnar, ið Jógvan Sundstein, fyrrverandi løgmaður hevur til aðalorðaskiftið um framtíðar ríkisrættarligu støðu Føroya. Men hann hevur eini boð til Javnaðarflokkin.

Jógvan Sundstein heldur, at Javnaðarflokkurin eigur at taka undir við samgonguni. Tí eftir hansara tykki, liggja sjónarmið Javnaðarfloksins um ríkisrættarligu støðuna heit tætt við teimum hjá samgonguni.

? Eg haldi, at Javnaðarflokkurin tíverri hevur vavt ov nógv í málinum, men møguleiki er tó enn fyri, at hann kemur á rætta leið. Eg haldi ikki, at Javnaðarflokkurin hevur nógv at missa.


Væntar ikki nógv

Fyrrverandi løgmaðurin úr Fólkaflokkinum væntar ikki, at aðalorðaskiftið fer at geva tað heilt stóra. Eftir hansara meting, verður kjakið undir øllum aðalorðaskiftinum á nøkulunda sama støði, sum tað higartil hevur verið. Politikarar fara at nýta høvið at koma við koma við teimum vanligu ábreiðslunum og niðurgerðunum móti poltikkinum hjá hvørjum øðrum.

Men tó sær Jógvan Sundstein eina vón í løgmanni. Hann hevur gott álit á løgmanni og væntar, at hann kann greina málið, so onnur fara at taka undir við tí.

Hann er samdur, tá sagt verður, at løgmaður í seinastuni hevur verið ógvuliga kúrrur, tá tosað hevur verið um fullveldismálið. Men júst hetta metir hann sum eina stóra dygd hjá løgmanni. Av tí, at løgmaður hevur verið so kúrrur, hevur hann ikki brotið nakað við Javnaðarflokkin.

Jógvan er í hesum sambandi samdur í, at løgmaður hevur ein leiklut sum diplomat. Men tó ikki longur enn til eitt vist.

Harafturímóti hevur Høgni Hoydal verið meira harðrendur. Men Jógvan Sundstein heldur, at hetta hevur fylgt við tí tunga partinum av málinum, ið Høgni hevur havt ábyrgdina av.