Fylgir væl við landsliðnum

Christian L. Holst er givin við fótbólti og hevur fingið sær annað starv.

Fyrrverandi føroyski landsliðsleikarin, Christian Lamhauge Holst, er givin at spæla fótbólt og starvast í dag sum lærari í Danmark, haðani hann roynir at fylgja so væl við føroyska landsliðnum sum tilber.


- Sjálvandi geri eg tað, men tað er trupult at síggja dystirnar í Danmark. Eg vænti mær nógv av liðnum, og eg eri sannførdur um, at tað liggja stór úrslit fyri framman, sigur Christian við Sosialin í dag.


Christian er í “fimm skjótir” í Sosialinum í dag, har hann eitt nú eisini greiðir frá hvussu fótbóltslív hansara sær út í dag, hvør størsta upplivingin var við landsliðnum og um eina møguliga framtíð sum venjari.