Fýra stig í part til ÍF og EB/Streym hetta kappingarárið

Úrtøkan í teimum trimum innanhýsis dystunum millum ÍF og EB/Streym gjørdist fýra stig í part

Liðini vunnu ein dyst hvør og tann triði dysturin endaði við javnleiki.

Tað kunnu vit staðfesta aftaná ÍF og EB/Streymur hava leikt tríggjar dystir móti hvørjum øðrum í Betrideildini í 2023.

Samlaða úrtøkan í teimum trimum dystunum gjørdist sostatt fýra stig í part.

Málúrtøkan í teimum trimum dystunum er 4-2 til ÍF.

ÍF-EB/Streymur 3-0 (1-0) - 12. apríl 

EB/Streymur-ÍF 2-1 (2-0) - 20. mai

ÍF-EB/Streymur 0-0  - 8. oktober

Kelda: FaroeSoccer