Fýra trolbátar koma inn at landa í vikuni

Trý garnaskip fiska svartkalva og hava góðan fiskiskap, og tey koma væntandi øll inn at landa í vikuni

Í løtuni eru fimm partrolarapør til fiskiskap eftir upsa, og eitt par fiskar gulllaks, nú gulllaksavertíðin av álvara fer at halla.

 

Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í morgun.

 

Um djúpvatnstrolararnar verður sagt, at tveir eru til fiskiskap.

 

- Annar er á Íslandsrygginum og hin, sum er havrannsóknarskipið, Jákup Sverri, ger yvirlitstrolingar á Føroya Banka.

 

Lagt verður aftrat, at báðir djúpvatnstrolararnir koma inn at landa í vikuni.

 

- Ein trolari er á makrelveiðu og hinir liggja við bryggju, siga tey á Fiskamarknaði Føroya. 

 

Fýra av teimum smáu trolbátunum eru til fiskiskap í løtuni. Teir fáa mest av toski og hýsu og nakað av flatfiski.

 

- Væntandi koma allir inn at landa í vikuni.

 

Trý garnaskip fiska svartkalva og hava góðan fiskiskap, og tey koma væntandi øll inn at landa í vikuni.