Fyri at langtíðartryggja okkara mattrygd krevst størri matsjálvbjargni

Í seinastu grein skrivaði eg um mattrygdina í Føroyum, og nevndi trý ting vit kunnu gera fyri at loysa átrokandi matsárbæri NÚ. 

 

MEN fyri at gera okkum trygg í longdini krevst at vit fara meira gjølla til verka, og gera nakrar størri broytingar í hvussu vit umsita okkara landbúna, tí bara við at gerast meira matsjálvbjargin fáa vit veruliga mattrygd.

 

Hetta er millum tað sum skal gerast fyri at gerast meira matsjalvbjargin:

 

- Mold eiga vit lítið av - og tað sindri vit eiga mugu vit verja. Størsti vandin fyri jørðina er at vit ikki hava nakra veruliga lendisætlan, og heldur onga skráseting av landbúnaðarjørð sum er egna at velta í. Hetta merkir at vit leggja vegir/sethús/parkeringspláss og annað, á tað sindri av góðari jørð vit hava í Føroyum, og tá ið asfalt er komið á - tá vendst ikki aftur.

 

- Vit eiga at byrja at æla føroyskt fræ og føroysk setepli. Tí bara hesi fara at trívast ordiliga væl í føroysku vakstrarlíkindunum.

 

- Vit skulu hava eina almenna frægloymslu/seteplagoymslu. Í løtuni verður mestsum alt fræ, og øll setepli, innflutt á hvørjum ári. Og hetta ger okkum sárbær.

 

- Vitanin um at velta í Føroyum liggur í knokkunum á nøkrum heilt fáum fólkum. Hendan vitanin eigur at vera tryggja.

 

- Vit mugu endurhugsa stuðulin til stráfóður. Tað at vit innflyta stóran part av matinum til td mjólkineytini, tað ger okkum sárbær.

 

- Vit mugu byrja at framleiða tøð. T.d. við eini stórari kompoststøð.

 

- Aðrastaðni er grønmetisveltingin stuðla. Tað eigur okkara eisini at vera. Í nógv størri mun enn nú! Stuðulin til mjólkina kann brúkast sum fyrimynd.

 

- Festisskipanin má endurskoðast. Bóndirnir hava alt ov vánaligar umstöður at reka sítt virksemi undir.

 

Ja, verulig mattrygd krevur störri matsjálvbjargni! Og størri matsjálvbjargni krevur raðfesting.