Savnsmynd: Smoltstøðin í Skálavík í gerð

Herverk framt á vatnskipanina í Skálavík

Onkur skal hava opnað ventilar á vatnskipanini hjá Skálavíkar kommunu, júst somu nátt sum Bakkafrost skuldi royndarkoyra nýggju brunnarnar á smoltstøðini. Málið er meldað til løgregluna.

Savnsmynd: Smoltstøðin í Skálavík í gerð

Tað skrivar Frihedsbrevet, sum hevur tosað við Linjohn Christiansen, borgarstjóra í Skálavíkar kommunu.

 

– Eg kann vátta, at tað er framt herverk á vatnskipanina hjá Skálavíkar kommunu, sigur Linjohn Christiansen við Frihedsbrevet.

 

Hendingin fór fram mikunáttina, tá Bakkafrost fyri fyrstu ferð skuldi royna nýggju vatnleiðingina úr haganum í størri nøgdum.

 

Ætlanin var at fylla tveir nýggjar brunnar á smoltstøðini. Teir taka um 5.000 tons hvør, og sambært Frihedsbrevet skuldi vatnleiðingin geva um 150 tons um tíman.

 

Men tá arbeiðsfólk komu aftur hósmorgunin, var at kalla einki vatn komið í brunnarnar.

 

Tá farið varð niðan í hagan at kanna orsøkina, vísti tað seg sambært Frihedsbrevet, at ventilar á samlibrunnunum vóru opnaðir. Vatnið rann tí ikki oman í bygdina, men fór í staðin út á hav.

 

Borgarstjórin setur hendingina í samband við drúgva stríðið um vatnrættindini í Skálavík.

 

– Hetta sær púra greitt út sum, at herferðin móti Skálavíkar kommunu, sum hevur verið bæði í løgtinginum fleiri ferðir og hjá alskyns myndugleikum aftur og aftur, nú heldur fram, sigur Linjohn Christiansen.

 

– Hetta sær út sum, at fólk nú taka sakirnar í egnar hendur, sigur hann.

 

Frihedsbrevet spyr borgarstjóran, um hann við hesum leggur tey, sum eiga hagan, undir at hava framt herverkið.

 

– Nei, tað haldi eg ikki, tað er. Slett ikki. Men eg havi onga viðmerking um hetta málið, tí tað er áleikandi politimál, svarar Linjohn Christiansen.

 

Eynar Martin Kjærbo, festari, vil heldur ikki gera viðmerkingar til hendingina.

 

Stríð hevur leingi verið um rættin til vatnið úr haganum í Skálavík. Kommunan vil hava vatnið inn í kommunalu vatnskipanina, meðan tey, sum varða av haganum, hava hildið fast um ræðisrættin á vatninum.

 

Málið hevur eisini verið viðgjørt politiskt og av myndugleikum.

 

Borgarstjórin sigur við Frihedsbrevet, at herverkið kundi fingið álvarsligar avleiðingar.

 

– Eg havi fingið at vita frá serkønum, at tað kundi staðið stórur skaði av hesum. Har varð reinsiútgerð og annað, sum koyrdi hasa náttina, og tá einki vatn kom í, kundi tað væl gjørt skaða fyri nógvar pengar, sigur Linjohn Christiansen.

 

Hann vísir á, at hevði tað sama hent, tá smoltstøðin var í fullum virksemi, kundi skaðin verið sera stórur.

 

Málið um opnaðu ventilarnar er nú latið løgregluni.

 

Kelda: Frihedsbrevet

 

Savnsmynd: Smoltstøðin í Skálavík í gerð