15 ára gamli, Løðar Gillason Djurhuus, sum býr í Hoyvík og 17 ára gamli, Silas Heinesen, sum býr á Skála, eru vinmenn. Tað, sum teir serliga hava til felags, er hugurin at vera á báti - og ikki bara at vera á báti, men teir hava eisini rikið útróður saman í summar.
Avreiðingarnar hava verið fleiri, og onkur søla hevur ligið um einar 18.000 krónur, tá nøgdin hevur verið góð, og fiskaprísurin hevur verið hareftir.
Hóast ungur, hevur Silas Heinesen keypt sær ein glastrevjabát av slagnum, Faaborg, sum bæði er riggaður til snellu og línuútróður.
Báturin kallast Sólrun H og er uppkallaður eftir ommu Silas.
Silas hevur tikið dugnskapsroynd í sigling, og hann hevur eisini verið onkran túr til skips. Tað hevur Løðar ikki - ikki enn, men hugurin til sjógvin er so mikið góður, at hann droymir um at sleppa onkran túr til skips, tá framhaldsskúlin er liðugur.
Á landingarmiðstøðini á Toftum, har teir hava verið við fiskinum eftir loknan útróðrardag, hevur onkur havt á munni, tá tey hava sæð Løðar og Silas í bátinum, at hetta munnu vera Føroya yngstu útróðrarmenn.
##med2##
Tá teir hava fiskað við línu, sum teir serliga hava gjørt í summar, hava teir havt einar seks stampar við hvønn túrin, og onkran dag høvdu teir eini 1200-1300 pund av fiski í kørunum.
- Ein stórur partur av veiðini hevur verið toskur, men tá vit hava verið á hýsuleið eystanfyri, hevur meginparturin verið hýsa, sigur Løðar.
Ungu dreingirnir hava eisini dugað at funnið tosk, og í onkrum føri hava teir fingið góð ráð um leiðir, har tað kanska kundi loyst seg at gjørt eina roynd.
Á onkrum túri fiskaðu teir bæði við línu og snellu.
Løðar Gillason Djurhuus sigur, at Silas er nærlagdur, og pápi hansara hevur eisini verið útróðrarmaður og veit væl um streym og fiskileiðir.
- Tá tú fiskar við línu, er neyðugt at passa sær rákið, og Løðar heldur fyri, at hetta hevur gingið rímiliga væl hjá teimum.
Silas Heinesen deilir ein egningaskúr við øðrum manni á Strondum, og tað er her, at línan er egnd. Við tað, at Silas býr á Skála, og Løðar býr í Hoyvík, er tað oftast Silas, sum hevur tikið tað tyngra takið við línuni - og onkuntíð hevur pápi hansara eisini tikið eina hond í, viðgongur Løðar.
- Vit hava nakrar gággurúsur, sum Silas hevur fingið frá abba sínum, og hesar hava vit sett framvið strandalandinum. Tá vit egna, royna vit at hava triðja hvønn húk egndan við gággu, og síðan hava vit fyri tað mesta egnt sauri, sum hevur víst seg at rigga væl.
##med3##
Tað er Løðar, sum vit í hesum umfari hava skift orð við, og ein annan dag ætla vit at skifta orð við Silas Heinesen um útróður og hugin hjá honum til sjógvin.
- Vit hava báðir ógvuliga góðan hug til sjógvin og soleiðis, sum eg skilji Silas, leitar hann nú eftir kjansi umborð á onkrum skipi.
Mamma Løðar er Barbara Djurhuus, og abbin er Bergur Poulsen á Skála.
Í mong ár var Bergur stjóri í Havsbrún, og nú í fleiri ár hevur hann verið nevdarformaður í felagnum, sum bygdi Eysturoyar-og Sandoyartunnilin og sum nú ætlandi eisini skal byggja Suðuroyartunnilin.
- Tað var næstan ikki dagur, tá eg var á Skála, at eg ikki var í bátinum hjá abba, sigur Løðar Gillason Djurhuus, sum bert var ein stórur smádrongur, tá hann fyrstu ferð slapp út við bátinum einsamallur.
Men, tá tú bara ert 15 ára gamal, sum Løðar er, gongur tú í framhaldsskúla, og herfyri var summarfrítíðin liðug.
Tá byrjaði hann í 9. flokki í Hoyvíkar skúla.
- So, nú verða ikki fleiri útróðrardagar hjá mær og vinmanninum mitt í viku fyribils, men eg vóni, at vit fáa møguleikan at gera nakrar dagar saman aftrat út á heystið.
Løðar vísir á, at eins og aðrir bátar í bólki 5B, sum eru raktir av, at fiskidagarnir herfyri gjørdust uppi, sleppur báturin hjá Silasi - Sólrun H - heldur ikki at avreiða í løtuni.
Tí vóna ungu útróðrarmenninir, at politisku myndugleikarnir fara at lata bólkinum eitt hampiligt dagatal aftrat til restina av árinum.
- Ja, tað var ógvuliga keðiligt nú uppundir endan av summarfrítíðini, at fiskidagarnir skuldu gerast uppi, og vit ikki skuldu sleppa at avreiða meira.
Løðar tekur til, at júst meðan teir vóru í góðum fiskiskapi og høvdu sínar bestu dagar við línu, noyddust teir av gevast.
- Tað tykir mær sera løgið, at hesin bólkur, sum er skerdur so nógv í fiskidøgum seinnu árini, sum einasti bólkur skal noyðast at gevast at fiska, og eg haldi, at hetta bæði er rættiliga óskiljandi og órættvíst.
Hann vónar tó, at bólkur 5B fær so mikið av fiskidøgum aftrat, at bátarnir í hesum bólki kunnu loysa og avreiða tað, sum eftir er av hesum árinum.
##med4##
Ungi útróðrarmaðurin, sum nú aftur er byrjaður í skúlanum, dylir ikki fyri, at hugabetri er at fara til útróðrar við línu ein vakran morgun heldur enn at seta seg á skúlabonk, nú skúlin er byrjaður aftur.
Mamma Løðar, Barbara Djurhuus, sigur brosandi, at tað er munur at vakja sonin klokkan 04, tá útróður er á skránni - og so at vakja hann klokkan 07, tá hann skal upp í skúla.
Okkurt kvøldið, tá teir vóru seinir aftur av útróðri, og eingin var á landingarmiðstøðini á Toftum, løgdu teir seg at sova í bátinum til morgunin eftir, tá móttøkan var opin aftur.
- So, hugurin hjá vinmonnunum báðum er ógvuliga góður, og tað hevur verið stuttligt at fylgt teimum í summar, sigur Barbara brosandi.
Tá vit at enda venda aftur til unga útróðrarmannin og spyrja hann, um hann kundi hugsað sær at verið útróðrarmaður, sigur hann soleiðis:
- Ja, eg tími hetta ógvuliga væl - eg elski lívið í bátinum, og hetta er mítt dreymaarbeiði. Eg haldi, at tað er nógv hugaligari at rógva út enn at ganga í skúla, men eg veit, at skúlin er neyðugur, sigur Løðar Gillason Djurhuus.
##med5##
##med6##















