Simme Musikkhús hevur verið partur av føroyska tónleikaumhvørvinum síðan 1959. Men nú kann handilin lata aftur, um eingin nýggjur eigari verður funnin.
Terje B. Vestergaard keypti handilin í 2024. Hann hevði stórar ætlanir, og raksturin hevur gingið betur enn væntað. Kortini er hann komin til ta niðurstøðu, at hann ikki kann halda fram.
Orsøkin er ikki vantandi áhugi ella vánaligur rakstur, men heilsan.
Terje hevur fingið fleiri fyrispurningar frá møguligum keyparum. Í Sosialinum greiðir hann frá avgerðini, framtíðarmøguleikunum hjá handlinum og tí, sum krevst av einum nýggjum eigara.
Les alla samrøðuna í Sosialinum, sum fæst í sølubúðunum. Haldarar kunnu lesa blaðið á sos.fo við at logga á við haldaranummarinum.












