Smádrongur rann út fyri bil

Ein smádrongur varð í gjár raktur av einum bili í Norðoyggjum. Tíbetur koyrdi bilurin sera spakuliga, og eingin fólkaskaði stóðst av óhappinum.

Um klokkan 17 í gjár fekk løgreglan fráboðan um eitt ferðsluóhapp í Norðoyggjum.

 

Ein smádrongur var komin út millum tveir parkeraðar bilar og rann út fyri ein bil.

 

Bilurin koyrdi sera spakuliga, og bilførarin bremsaði beinanvegin, men megnaði ikki at steðga heilt, áðrenn bilurin rakti barnið.

 

Tíbetur fekk barnið ikki mein av óhappinum. Drongurin varð kortini fluttur á Landssjúkrahúsið til kanningar fyri at vera heilt vís í, at alt var, sum tað skuldi.