Myndirnar eru tiknar í Kharkiv-landslutinum í Ukraina sunnudagin og vísa hermenn úr 20. K-2 dronubrigaduni fyrireika og skjóta FP-2 dronur móti russiskum herdeildum.
FP-2 er ein sokallað miðallong álopssdróna og er munandi størri enn smáu FPV-dronurnar, sum eru vorðnar eitt eyðkent vápn í krígnum í Ukraina.
Nýggjasta útgávan av FP-2 kann sambært framleiðaranum bera upp í 200 kilo av spreingievni og flúgva umleið 370 kilometrar. Við lættari spreingiløðing kann hon røkka nógv longri.
Dronur hava fingið ein alsamt størri leiklut í krígnum. Ukraina brúkar bæði smáar dronur nær hermótinum og størri álopssdronur til mál langt aftan fyri russisku hermótini.
Sunnunáttina varð Moskva-landsluturin raktur av einum av størstu ukrainsku dronuálopunum higartil. Sambært russiskum myndugleikum doyði eitt fólk í álopinum.
Reuters-myndirnar úr Kharkiv vísa, hvussu FP-2 dronan verður sett á eina skjótiútgerð á jørðini. Ein rakett gevur henni ferð fyrstu løtuna, áðrenn dronan heldur fram við egnum motori.
##med2##
##med3##
##med4##
##med5##
##med6##
##med7##
















