Í kvøld var føroyingauppgerð í donsku steypakappingini í hondbólti hjá monnum.
Nýggja liðið hjá Róa Ellefsen á Skipagøtu, HC Aarhus, ið spælir í næstbestu deildini tók ímóti nýggja liðnum hjá Teis Horn Rasmussen, TTH Holstebro, ið spælir í bestu deildini.
Talan er um fyrsta kappingardystin hjá Róa og Teis fyri ávikavist HC Aarhus og TTH Holstebro.
Holstebro vann stórsigur 34-23. Í steðginum vóru Teis og liðfelagarnir á odda 20-12.
Rói og Teis vóru noteraðir fyri eitt mál hvør. Teirra fyrstu mál fyri ávikavist HC Aarhus og TTH Holstebro.











