– Tað er ringt at sleppa eftir 43 ár

Jógvan Hans Østerø fer úr Eysturlon um hálvan annan mánað, tá nýggju eigararnir taka við. Hóast hann hevur lovað at vera tøkur hjá felagnum í eitt ár, kennist tað løgið at fara frá fyritøkuni, sum hann hevur rikið í 43 ár.

Fróði Sigvardsen og Árni Rasmussen hava í felag keypt byggifyritøkuna Eysturlon Sp/f frá Jógvani Hans Østerø. Nýggju eigararnir taka formliga við um hálvan annan mánað, og tá fer Jógvan Hans frá.

 

Hann hevur tó bundið seg til at vera tøkur hjá felagnum í eitt ár eftir eigaraskiftið, um nýggju eigararnir hava tørv á hansara vitan og royndum.

 

– Eg havi lovað at vera til taks í eitt ár, sigur hann.

 

Tað er við blandaðum kenslum, at hann nú letur fyritøkuna frá sær. Eysturlon hevur fleiri spennandi uppgávur fyri framman, og tí er tað ikki heilt lætt at fara júst nú.

 

– Tað er eitt sindur soleiðis at fara, tá so nógvar spennandi uppgávur eru fyri framman hjá felagnum, sigur Jógvan Hans Østerø.

 

Sum ein stór familja

 

Jógvan Hans Østerø er 64 ára gamal og hevur havt Eysturlon í 43 ár. Í hesum tíðarskeiðinum hevur fyritøkan ment seg, og fleiri av starvsfólkunum hava verið við ein stóran part av tíðini.

 

– Tá er tað ringt at sleppa. Hetta er sum ein stór familja, og nøkur av starvsfólkunum hava verið við næstan alla tíðina, sigur hann.

 

Kona hansara, Anna Maria, starvast eisini hjá Eysturlon. Hon gevst somuleiðis, tá eigaraskiftið verður framt.

 

Spennandi arbeiði á Sornfelli

 

Ein av seinastu stóru uppgávunum hjá Eysturlon undir leiðsluni hjá Jógvani Hans var arbeiðið á Sornfelli.

 

Lesið eisini: Fróði og Árni hava keypt byggifelagið Eysturlon

 

Fyritøkan hevur júst skift kúplarnar og sett radara upp á fjallinum.

 

– Tað hevur verið ein sera spennandi uppgáva, sigur hann.

 

Jógvan Hans heldur, at Eysturlon hevur góðar og spennandi uppgávur fyri framman, og hann letur tí eina virkna fyritøku við góðum framtíðarútlitum upp í hendurnar á nýggju eigarunum.

 

Sleppur framvegis at arbeiða

 

Sum vanligt er í sambandi við sølu av einari fyritøku, hevur Jógvan Hans skrivað undir eina kappingarklausul. Hon merkir, at hann ikki kann stovna ella reka eitt virki, sum kappast við Eysturlon, næstu tvey árini.

 

Tað merkir tó ikki, at hann ætlar sær at leggja arbeiðslívið heilt á hillina.

 

– Men eg sleppi at arbeiða. Tað stendur í sáttmálanum, sigur Jógvan Hans Østerø.