ZZ Top trummuleikarin Frank Beard er deyður

Beard var trummuleikari í amerikanska rockbólkinum ZZ Top í 56 ár.

 

Nú er hann deyður, vita útlendskir miðlar at siga.

 

Tað sigst, at hann var í sonevndari hospiceviðgerð nú hann andaðist, og at hann hevði síni kæru kring seg.

 

ZZ Top var kendur fyri sín blues rock, og fyri at limirnir høvdu langan skeggvøkstur, men hóast navnið, so var Beard tann, ið ikki hevði so nógv skegg.

 

Bólkurin var m.a. kendur fyri løgini Gimme All Your Lovin og Sharp Dressed Man.

 

ZZ Top kom í Rock and Roll Hall of Fame í 2004.

 

Nú Beard er farin, er sangarin og stovnarin Bill Gibbons einasti eftir frá stórtíðini hjá bólkinum.

 

Bassleikarin og sangarin Dusty Hill doyði í 2021.

 

Eftir Frank Beard situr kona hansara síðani 1982, Debbie Meredith Beard, og 3 børn teirra.

 

Frank Beard gjørdist 77 ár.

 

##med2##