Tann 1. juli búðu 55.505 fólk í Føroyum. Tað eru 643 fólk fleiri enn somu tíð í fjør og svarar til ein fólkavøkstur á 1,2 prosent.
Eftir góð tvey ár við lítlum vøkstri er sostatt aftur komin ferð á fólkavøksturin. Árligi vøksturin hevur í hálvttriðja ár ligið um hálvt prosent, men er nú aftur komin upp um eitt prosent.
Í februar fór fólkatalið upp um 55.000, og fimm mánaðir seinni er tað longu farið upp um 55.500.
Tað vísa nýggjastu tølini hjá Hagstovu Føroya.
Fleiri flyta til – og færri av landinum
Fólkatalið verður serliga ávirkað av tveimum viðurskiftum: burðaravlopinum, sum er munurin millum fødd og deyð, og nettoflytingini, sum er munurin millum tilflyting og fráflyting.
Seinastu tólv mánaðirnar var burðaravlopið 177 fólk, meðan nettoflytingin var 466 fólk. Samanlagt gevur hetta fólkavøksturin á 643 fólk.
Stóra broytingin er nettoflytingin. Í undanfarna tólv mánaða skeiðinum var hon bert 82 fólk, men seinasta árið er hon vaksin upp í 466.
Bæði viðurskifti hava ávirkað gongdina: Fleiri eru flutt til Føroya, samstundis sum færri eru flutt av landinum.
Burðaravlopið var um 20 fólk størri enn árið frammanundan. Ein orsøk er, at 16 fleiri børn vórðu fødd samanborið við undanfarnu tólv mánaðirnar, tá ið føðitalið var lutfalsliga lágt.
Nýggjasta rákið bendir kortini á, at burðaravlopið aftur kann fara at minka. Føðitalið hevur verið nakað fallandi síðan heystið 2025, meðan talið á deyðum er vaksið eitt sindur seinastu mánaðirnar.
Býtið í fólkavøkstrinum er broytt
Samansetingin av fólkavøkstrinum er eisini broytt.
Frá 2024 og fram til mars í ár kom størsti parturin av vøkstrinum frá fólki við bústaðartilknýti til Føroya. Nú standa fólk við og fólk uttan bústaðartilknýti fyri umleið hvør sínari helvt av fólkavøkstrinum.
Í undanfarna tólv mánaða skeiðinum stóðu fólk uttan bústaðartilknýti bert fyri umleið einum fjórðingi av vøkstrinum.
Hagstovan vísir tó á, at býtið millum hesar báðar bólkarnar skiftir yvir tíð.
Størsti vøksturin í høvuðsstaðnum
Størsti parturin av fólkavøkstrinum var í Tórshavnar kommunu. Har vaks fólkatalið við 370 fólkum upp í 23.773. Góð 40 prosent av øllum fólkum í Føroyum búgva sostatt í Tórshavnar kommunu.
Fólkatalið vaks eisini nógv í Runavíkar, Sjóvar, Klaksvíkar, Nes og Eysturkommunu.
Hinvegin var størsta minkingin í Tvøroyrar kommunu, har fólkatalið minkaði við 35 fólkum. Serliga á Tvøroyri og í Ørðavíkslíð búðu færri fólk enn árið fyri.
Ein serlig broyting sæst í Múla. Tvey fólk fluttu hagar í juni, og hetta er sambært Landsfólkayvirlitinum fyrstu ferð í góð tólv ár, at fólk aftur eru skrásett at búgva í bygdini.
Kelda: Hagstova Føroya










