OpenAI hevur í dag lanserað eina nýggja útgávu av ChatGPT, sum er serliga ætlað ungum millum 13 og 17 ár.
Tað upplýsir felagið í einum tíðindaskrivi.
Sambært OpenAI skal nýggja útgávan verja ungar brúkarar móti skaðiligum innihaldi. Hetta fevnir millum annað um sjálvskaða, harðskap og kynsligt innihald.
Samstundis skal ChatGPT í størri mun stuðla undir læringina hjá teimum ungu í skúlanum heldur enn bara at geva teimum liðug svar.
Ann O’Leary, varastjóri fyri altjóða politikk hjá OpenAI, sigur í samrøðu við bretska blaðið The Guardian, at endamálið er at viðgera tannáringar sum tannáringar.
– Vit skulu tryggja, at vit møta teimum á rætta menningarstigi, so vit hvørki tosa niður til teirra ella viðgera tey sum børn, sigur hon.
Nýggja útgávan skal eisini tryggja, at ung ikki verða útsett fyri innihaldi, sum ikki er hóskandi fyri tey.
Aldurin verður mettur
OpenAI staðfestir ikki aldurin hjá brúkarunum við samleikaprógvi. Í staðin brúkar felagið eina skipan, sum metir, um ein brúkari er yngri enn 18 ár.
Metingin byggir millum annað á, hvørjar spurningar brúkarin setur.
Verður ein brúkari mettur at vera undir 18 ár, ella upplýsir brúkarin sjálvur, at hann er ómyndugur, verður hann sjálvvirkandi fluttur í tannáringaútgávuna av ChatGPT.
Útgávan fer eisini at minna tey ungu á, at tey ikki skulu deila privatar ella viðkvæmar myndir.
Er komið eftir atfinningar
Nýggja útgávan kemur eftir atfinningar frá amerikanskum foreldrum, lærarum og serfrøðingum, sum stúra fyri vaksandi nýtsluni av vitlíki millum ung.
Atfinningarnar snúgva seg millum annað um, at kjattbottar hava hjálpt næmingum at snýta í skúlanum. Í summum førum hava tær eisini verið lagdar undir at hava eggjað ungum til sjálvskaða, skrivar The Guardian.
Ritzau










