Tvær nýggjar bústaðarverkætlanir eru ávegis á Eiði, har tilsamans 18 nýggir bústaðir skulu byggjast á Gerðisvegi.
Eiðis bygdaráð hevur seinastu mánaðirnar viðgjørt báðar verkætlanirnar, og á bygdaráðsfundunum 24. februar og 28. apríl 2026 varð byggiloyvi givið til byggingina.
Tað eru lokalu fyritøkurnar, Sp/f Búð og JUUL Grevstur, sum standa aftanfyri verkætlanirnar. Báðar ætlanirnar eru staðsettar á Gerðisvegi við góðum útsýni yvir fjørðin.
Tørvurin á fleiri og fjølbroyttari bústaðarmøguleikum á Eiði hevur verið sjónligur í eina tíð.
- Áhugi er bæði frá fólki, sum ynskja at seta búgv í kommununi og frá teimum, sum longu búgva her, men sum ynskja ein annan og kanska minni bústað, sigur Jógvan í Skorini, borgarastjóri.
Nýggju verkætlanirnar eru tí eitt týdningarmikið íkast til bústaðarútboðið í kommununi.
Borgarstjórin heldur, at fleiri nýggir bústaðir eisini kunnu hava eina positiva ávirkan á verandi bústaðarmarknað.
- Royndir frá eldri íbúðarbygging í økinum vísa, at bæði yngri og eldri hava áhuga fyri íbúðum. Tá fólk, sum longu búgva í kommununi, flyta úr einum størri sethúsi í ein minni og nýggjari bústað, kann tað samstundis hava við sær, at fleiri sethús koma út á marknaðin.
Jógvan í Skorini heldur, at soleiðis kunnu nýggju verkætlanirnar ikki bara geva 18 nýggjar bústaðir, men eisini verða við til at skapa størri rørslu og fleiri møguleikar á bústaðarmarknaðinum sum heild.
- At tvær lokalar fyritøkur velja at gera so stórar íløgur í nýggjar bústaðir á Eiði, er ein positiv menning fyri bygdina.
Borgarstjórin vísir á, at fleiri bústaðarmøguleikar eru ein týðandi fyritreyt fyri, at fólk kunnu seta búgv, verða búgvandi og flyta aftur til kommununa.
- Tí er tað gleðiligt, at hesar verkætlanirnar nú eru komnar so langt.
Vónin er, sigur Jógvan í Skorini, at nýggju bústaðirnir fara at nøkta ein part av eftirspurninginum og samstundis geva enn fleiri møguleika at finna ein bústað, sum hóskar til teirra tørv.
- 18 nýggir bústaðir eru eitt munandi íkast til eina kommunu av okkara stødd – og eitt gott tekin um framtíðartrúgv og vilja til at menna Eiðis kommunu víðari, sigur borgarstjórin.
Meira kunning um tær einstøku verkætlanirnar fæst hjá Sp/f Búð og JUUL Grevstri.










