Men eg eri als ikki samd í, at loysnin er at „sløkkja Facebook“.
Tvørturímóti.
Tá tað eru spurningar um, hvat er hent, hvør hevur verið hoyrdur, hvørjar ætlanir hava verið frammi,
hvørjar avgerðir eru tiknar – og ikki minst, hvussu tilgongdin hevur verið – Ja, so haldi eg, at tað er bæði rímiligt og neyðugt, at fólk spyrja og tosa saman.
Og ja – eisini á Facebook.
Facebook er kanska ikki altíð tann besti pallurin.
Men tað er ein av teimum fáu støðunum, har vanlig fólk kunnu koma til orðanna, seta spurningar og gera vart við seg, tá tey uppliva, at nakað fer fram aftan fyri stongdar dyr.
Tí fari eg at spyrja teg:
Hví skal Facebook sløkkjast, áðrenn øll kortini eru komin á borðið?
Hvat er tað, tit í samgonguni eru so bangin fyri at fáa fram í ljósið?
Ikki allir kritiskir spurningar eru ákærur.
Og tað er heldur ikki ein ákæra at siga:
„Eg skilji ikki, hví hetta fer soleiðis fram – kann onkur greiða frá?“
Tað er fólkaræði.
Og júst her haldi eg, at tú gert Nina Brockie Hansen órætt.
Tú brúkar nógv pláss upp á at átala tað, hon hevur sagt, tað hon eftir tínum tykki ikki veit, og tað, sum tú metir vera gitingar.
Men eg sakni, at tú í sama mun svarar teimum spurningunum, hon faktisk setur.
Tað er altíð lættari at skjóta eftir persóninum, sum setur spurningarnar, enn at svara upp á sjálvar spurningarnar.
Og Nina hevur reist ein stóran og heilt rímiligan spurning:
- Er tað veruliga trygt og skilagott at leggja eina súkklubreyt so nær einari almennari rás, sum verður brúkt av gongufólki og fólki, sum nýta og arbeiða við rossum?
Tað er ein spurningur, sum eigur at verða tikin í álvara.
Ikki tí at rossafólk skulu hava meira rætt enn súkklarar.
Og ikki tí at súkklarar skulu hava minni rætt enn onnur.
Men tí hetta snýr seg um eitt náttúruøki, trygd, atgongd og um, hvussu vit velja at leggja ymisk virksemi saman.
Tí haldi eg eisini, at tað er eitt sindur løgið, at tú sigur, at kjakið er farið av sporinum – samstundis sum ein stórur partur av tínum egna uppleggi snýr seg um, hvat er sagt og hvat er skeivt.
Kanska átti fokus heldur at verið á hesum:
Hvat er tað, sum er skeivt?
Og hví hava tit í samgonguni valt at fara henda vegin?
Hví játtaðu tit longu í februar 2 milliónir krónur til verkætlanina og samstarvið við SST, samstundis sum endaligu loyvini eftir tí, sum eg skilji, ikki vóru komin upp á pláss?
Og hví varð Føroya Ríðingarfelag ikki tikið við á sama hátt?
Kunnu tit svara upp á tað?
Ella er tað bara eg, sum ikki skilji, hvussu henda tilgongdin er farin fram?
Tí um tað veruliga er so, at øll vilja eina góða, trygga og felags loysn, so skilji eg ikki, hví tit skulu óttast, at fólk spyrja kritiskt og gera tilgongdina sjónliga.
Tvørturímóti.
Um alt, sum er hent, tolir dagsins ljós, so er eingin vandi í at lata ljósið sleppa inn.
Og um okkurt ikki tolir dagsins ljós, so er tað kanska júst har, vit áttu at spurt eitt sindur meira.
Eg eri ikki áhugað í at velja síðu fyri rossafólk ella súkklarar.
Eg eri gongufólk.
Eg eri uppvaksin í Havn. Eg havi hús í Havn. Eg eri útiseti – og eg elski at koma heim oftani um árið.
Heim til Havnar. Til VesturVarða.
Til Vesturbýin. Til Havnardal.
Til Velbastaðar og Kirkjubøar.
Hetta eru øll økir, sum eg havi eina persónliga tilknýting til, og sum eg veit, at óteljandi fólk brúka hvønn dag.
Hagalendið er ikki bara eitt kort á einum skriviborði.
Tað er okkara felags náttúra.
Tað er har, vit ganga túrar, ríða, súkkla, arbeiða, uppliva og finna frið.
Tí eri eg áhugað í einari loysn, sum er trygg, gjørlig og virðilig fyri øll.
Og tí haldi eg eisini, at tað eigur at verða lurtað eftir fólkinum.
Eisini eftir FNU, sum hevur víst á møguleikan at flyta súkklubreytina til Bøllureyn.
Um tann loysnin ikki er møgulig, so má tað kunna greiðast ordiliga frá hví.
Og um tit hava eina aðra og betri loysn, so má tað eisini kunna leggjast opið fram.
Men tað er júst tað, eg sakni.
Kortini á borðið.
Ikki fleiri persónligar ákærur.
Ikki meira um, hvør hevur sagt hvat um hvønn.
Men fakta.
Hvat er samtykt?
Nær varð tað samtykt?
Hvør varð hoyrdur?
Hvør varð ikki hoyrdur?
Hvørjar møguleikar vórðu kannaðir?
Og hví varð tann loysnin vald, sum nú liggur á borðinum?
Tað er soleiðis, vit skapa álit.
So jú, Guttormur – eg haldi ikki, at vit skulu sløkkja Facebook.
Eg haldi, vit skulu tendra ljósið.
Opna dyrnar.
Leggja kortini á borðið.
Lurta eftir hvørjum øðrum.
Og vera nóg erlig til eisini at siga:
„Hetta gjørdu vit kanska ikki heilt rætt – lat okkum finna eina betri loysn.“
Tað er ikki veikleiki.
Tað er styrki.
Og eg haldi, tú hevði verið betur tæntur við at brúka orkuna upp á at svara teimum kritisku spurningunum heldur enn at fara eftir rossafólkinun.
Tey eru ikki trupulleikin.
Facebook er heldur ikki trupulleikin.
Trupulleikin er, um vit ikki tora at kanna málið ordiliga, eisini tá spurningarnir eru óbehagiligir – og eisini tá tað kanska vísir seg, at onkur hevur gjørt eitt mistak.
Eg havi heldur ikki áhuga í at vinna kjakið.
Eg havi áhuga í, at vit finna eina góða loysn fyri Vesturvarða.
Og sum ein, ið hevur røtur í Havn og kennir hetta økið sum heim, vóni eg veruliga, at vit, at tit sum eru fólkavald kunnu gera tað saman.
Ikki við at sløkkja Facebook.
Men við at opna dyrnar.
Deili gjarna










