Maðurin er undir illgruna fyri at hava stolið úr trimum handlum í Havn og í Eysturoynni. Millum stolnu vørurnar eru elektronikkur og klæðir, men løgreglan hevur enn ikki gjørt endaliga upp, hvussu stórt virðið á stolnu vørunum er.
Tað var ein av handlunum, sum boðaði løgregluni frá. Tá løgreglan kom á staðið, hevði maðurin stolnar vørur uppi á sær. Løgreglan fann eisini vørur á bústaði hansara.
Maðurin hevur verið í Føroyum í nakrar mánaðir í arbeiðsørindum. Hann varð førdur fyri rættin í gjár og varðhaldsfongslaður í tvær vikur, meðan málið verður kannað nærri.
Sambært løgregluni hevur maðurin verið sinnaður at tosa við løgregluna um málið.










