Sonja drotning kemur á Ríkissjúkrahúsið í Oslo seinnapartin í dag at vitja Harald kong, sum er innlagdur við bakteriuinfektión í blóðinum. Støðan hjá 89 ára gamla konginum er framvegis støðug. (Mynd: Fredrik Varfjell/Ritzau Scanpix)

Støðan hjá Haraldi kongi er framvegis støðug

Eingin týðandi broyting er í heilsustøðuni hjá Haraldi kongi, sum er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Sonja drotning vitjaði mann sín seinnapartin í dag.

Sonja drotning kemur á Ríkissjúkrahúsið í Oslo seinnapartin í dag at vitja Harald kong, sum er innlagdur við bakteriuinfektión í blóðinum. Støðan hjá 89 ára gamla konginum er framvegis støðug. (Mynd: Fredrik Varfjell/Ritzau Scanpix)

– Eingin týðandi broyting er í heilsustøðuni hjá kongi, og støðan er framvegis støðug.

Tað upplýsir norska kongshúsið í eini stuttari fráboðan seinnapartin í dag.

89 ára gamli Haraldur kongur er innlagdur á Ríkissjúkrahúsinum í Oslo. Sunnukvøldið upplýsti kongshúsið, at støðan hjá kongi var versnað um vikuskiftið.

Hann fær antibiotika fyri eina bakteriuinfektión í blóðinum og hevur sambært kongshúsinum reagerað væl upp á viðgerðina.

Hákun krúnprinsur, sum í løtuni røkir uppgávurnar sum ríkisstjóri, vitjaði pápa sín á sjúkrahúsinum fyrr í dag. Hann kom um middagsleitið og fór aftur umleið hálvan tíma seinni.

Stutt eftir klokkan 16.30 kom Sonja drotning eisini á Ríkissjúkrahúsið. Hon var har í knappar tveir tímar og fór aftur umleið klokkan 18.30, skrivar norska tíðindastovan NTB.

Kongshúsið boðaði fyri einari viku síðani frá, at Haraldur kongur var innlagdur eftir eina læknakanning.

Vikurnar frammanundan hevði hann fingið kortisonviðgerð fyri blóðsjúkuna hemolytiska anemi. Viðgerðin hevði við sær, at væta savnaðist í kroppinum, og hetta kravdi viðgerð á sjúkrahúsi.

Haraldur kongur hevur eisini fyrr í ár verið innlagdur. 21. februar varð hann innlagdur á Tenerife, har hann var á privatari ferð saman við Sonju drotning. Tá varð hann viðgjørdur fyri eina infektión í beininum og vætutrot.

Seinastu dagarnar hava fleiri av teimum nærmastu í kongafamiljuni vitjað kongin á sjúkrahúsinum.

/Ritzau/