Súni skipaði vígsluna hjá Silju Martu og Levi

Í dag hevur vígsla verið í samkomuhúsinum Nebo á Toftum

Í dag eru Silja Marta á Torkilsheyggi og Levi av Teiginum vígd í samkomuhúsinum Nebo á Toftum.

 

Tað var Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu, sum skipaði vígsluna.

 

Nes kommunu ynskir hjúnunum hjartaliga tillukku við hjúnabandinum, blíðan byr og Harrans signing á lívsleiðini.