Fyri mær er hjálpararbeiði eitt kall

Í 30 ár hevur Absalon Matras av Norðoyri ferðast til Rumenia við klædnahjálp. Í gjárkvøldið fór hann eftir ætlan aftur við Norrønu – á túr nummar 150. Tilsamans hevur hann ført umleið 900 tons av klæðum til Rumenia. Hjá honum er tað eitt kall

– Eg má bara fara avstað aftur. Tey hava so lítið og tørvur er á so nógvum. Nógvastaðni er ikki hiti í húsunum, har er eingin el-veiting, tøkini leka, og nógvastaðni ganga børnini ikki í skúla, og tey duga ikki at lesa. Tey gerast so glað, tá ið vit koma, sigur Absalon Matras.

Hann vísir á, at støðan er ikki soleiðis í býunum, men í teimum smáu bygdunum úti um landið.

Hóast 75 ára gamal hevur hann ongar ætlanir um at pensjónera seg. Hetta er sjeyndi túrur, hann fer avstað í ár við klæðum. Hesaferð fer Jógvan Reyðberg við honum.

 

Lyfta og bera

Tað er týsmorgun, og vit eru stødd í kirkjukjallaranum í Christianskirkjuni í Klaksvík. Nú skal ein lastvognur aftur fyllast. 750 pakkar í ymiskum støddum og við ymiskum innihaldi skulu í ein av stóru lastvognunum hjá Smyril Line. Tilsamans umleið seks tons av heitum klæðum, madrassum, dýnum, súkklum, taskum, kommodum og nógvum øðrum.

Tveir pensjónistar – Absalon Matras og Jóhannes Danielsen – lyfta, trilla og bera sekkirnar frá goymsluni út í ein vøruvogn, sum stendur við kjallarahurðina. Tá ið hann er fullur, verður koyrt suðurum kirkjuna, har vognurin hjá Smyril Line stendur. Har verður alt blakað frá vøruvogninum upp í stóra lastvognin.

– Vit byrjaðu seinnapartin í gjár, men so var eitt tiltak í kirkjuni, og vit máttu steðga. Vit byrjaðu aftur í morgun og vera nokk lidnir seinnapartin í dag, sigur Absalon Matras.

Frá Hirtsthals til Timisoara

Leygarmorgunin, tá ið Norrøna kemur til Hirtshals, skal alt aftur umskipast.

– Eg havi avtalu við ein eina fyritøku, ið samstarvar við KJ á Kambsdali. Teir koyra regluliga vøru úr Rumenia til Hirtshals, har vøran verður umskipað og kemur til Føroya við Norrønu. Ístaðin fyri at koyra tómir suður aftur til Rumenia, fáa vit klæðini í teirra bil. Føroyingar í Hirtshals eru raskir at hjálpa mær at fáa alla vøruna yvir í bilin, ið skal til Rumenia. Tað tekur ein góðan tíma, so er bilurin klárur, sigur Absalon Matras.

Koyrt verður suður gjøgnum Evropa. Vanliga verður koyrt gjøgnum Danmark, Týskland, Kekkia, Slovakia og Ungarn, áðrenn komið verður til Rumenia. Sum oftast verður farið til býin Timisoara, sum er 150 kilometrar frá markinum.

Vánaligir ella eingir vegir

Absalon koyrir ikki við stóra lastbilinum, men fer vanlig við vøruvogninum niður til Rumenia.

– Eg plagi at vera frammi mánakvøld. Tá gisti eg á einum staði á vegnum. Eg havi samband við staðbundin fólk, tað eru serliga fýra konur, ið hjálpa mær. Tær hava samband við ymsar kommunur í Rumenia, og hesi vísa so á, hvar tørvurin er størstur at fáa hjálp. Vit fylla vøruvognin og koyra út til hesi støðini. Viðhvørt tekur tað tveir, fýra ella fleiri tímar at koyra. Tað eru ofta smáar bygdir langt úti á landinum og summar tíðir uppi í fjøllunum. Tá nýti eg vøruvognin hjá mær, tí tað ber ofta ikki til at sleppa út við einum stórum bili. Vegirnir kunnu vera vánaligir, og viðhvørt eru eingir vegir, og vit koyra bara á bønum, sigur Absalon Matras.

##med2##

Analfabetar

Hann vísir á, at fólkið hevur tað ikki altíð gott. Í nøkrum førum er eingin el-veiting, einki vatn, og húsini eru ikki bjálvað, og tí kann tað vera sera kalt um veturin. Tað kann eisini leka inn.

– Í nøkrum av hesum bygdunum eru fleiri analfabetar. Børnini hava eitt lítið sindur av skúlagongd, men tá ið kavin kemur, sleppa tey ikki í skúla, tí tað er ikki koyrandi. Tá ið kavin er tiðnaður aftur, vilja tey kanska ikki fara í skúla, tí at tey eru so langt afturút. Fleiri av foreldrunum hava heldur ikki nógva skúlagongd, sigur Absalon Matras.

– Tá ið vit koma á staðið, býta vit út tað, ið vit hava við okkum. Vit lata altíð eitt sindur vera eftir hjá ábyrgdarfólkunum á staðnum, so at tey eisini hava nakað at býta út, um tað er onkur, ið kemur seinni og hevur tørv á klæðum ella øðrum. Onkuntíð vitja vit eisini í privathúsum, og síggja hvussu tey liva, sigur hann.

Umstøðurnar kunnu vera ymiskar, og hann hevur mangan upplivað stórt fátækadømi.

– Húsini eru ofta í sera vánaligum standi. Tað eru nógv, sum lítið og einki eiga, og tá er gott at kunna geva teimum góð og heit klæðir ella annað, ið teimum er tørvur á. Tað er stórt at síggja, hvussu glað tey gerast, sigur hann.

Havt klæðini seks ferðir í hondini

Tað er ein drúgv tilgongd frá tí at klæðini verða savnað inn í Føroyum, til tey koma fátøkum rumenum til góðar.

– Í flestu førum havi eg havt klæðini seks ferðir í hondini, áðrenn tey koma fram til brúkaran, sigur Absalon.

Hann koyrir út ymsastaðni í Føroyum og savnar klæði inn. Harfrá fara tey á goymsluna í Christianskirkjuni, til tey fara í lastvognin hjá Smyril Line, verða umpakkað í Hirtsthals og aftur umpakkað í Rumenia, áðrenn tey verða koyrd út í smáu bygdirnar og koma í hendurnar á móttækarunum. Og her er ikki tikin við tann tíðin, sum føroyskar konur nýta at binda og seyma pløgg, og alla tað arbeiðsorku, sum tær kvinnurnar gera, ið skilja og pakka klæðini.

– Eg hevði ikki kunna gjørt hetta arbeiðið uttan øll tey, ið stuðla og annars gera eitt stórt sjálvboðið arbeiði, at hetta skal bera til. Eg eri teimum sera takksamur, sigur Absalon Matras.

Tyfus, hepatitis og tuberklar

Nógvar eru upplivingarnar eftir allar túrarnar við neyðhjálp til Rumenia.

– Eina av fyrstu ferðunum, eg var í Rumenia á vetri, búði eg í eini lítlari bygd. Tað var sera kalt, umleið minus 30 gradir. Eg svav í ketilsdrakt undir dýnuni, men eg var ísakaldur, tá ið eg vaknaði.

– Tá visti eg ikki, hvussu alt hekk saman. Í nógvum plássum er einki vesi, og fólk ornaðu síni viðurskifti í ánni. Eg ætlaði at fáa mær heitt kaffi í matstovuni úr krananum, men tað vísti seg at vera ein blandingur av ringasta slag - tað sum fólk høvdu gjørt av sær. Tað smakkaði sera, sera illa. Tá ið eg fann út av, hvat tað var, hugsaði eg, at nú fór eg at gerast sjúkur. Men tíbetur hendi tað ikki. Seinni havi eg møtt fólki, ið hava tyfus og hepatitis, og eg havi heilsað upp á tey. Einaferð møtti eg einum, ið var sjúkur av tuberklum. Hann kysti meg á kjálkan, ið er vanligt har, og eg fekk blóð á kjálkan. Tá hugsaði eg, at nú fór eg kanska at gerast sjúkur, og so var hetta liðugt við at fara til Rumenia. Men Harrin hevur hildið sína hond yvir mær og vart meg frá sjúkum. Eg havi nógv at takka fyri, sigur Absalon Matras.

– Eg havi ongantíð latið meg koppseta. Fleiri hava sagt við meg, at lata meg koppseta, men Harrin hevur hildið hondina yvir mær higartil. Nú fari eg ikki at koppseta meg, sigur hann.

 

Loppur

Norðoyramaðurin hevur tó lært at ansa eitt sindur eftir.

– Á einum staði, vit vóru, stóðu hárini á hundunum og kettunum beint uppeftir. Eftir at hava verið á tí staðnum, fekk eg nógv útslett á kroppin. Ein lækni var við á tí túrinum, og hann kannaði meg. Tá vísti tað seg, at eg var bitin av loppum.

– Nú havi eg vanliga sprey móti insektum við mær, sum eg sproyti undir borðið, tá ið vit koma inn í eitt hús, og vit sessast til borðs. Eg bindi eisini fyri í brókunum, so at eingin insekt sleppur undir brøkurnar, sigur Absalon Matras.

Steðgað í tollinum

Tað er kristni næstrakærleikin, ið drívur Absalon Matras avstað í hesum ósjálvsøkna arbeiðinum, og hann er sannførdur um, at Harrin hevur hildið sína hond yvir honum øll hesi árini.

– Eg minnist serliga einaferð, tá ið vit vóru komin á markið til Rumenia. Hetta var áðrenn Rumenia var komið í ES. Vit vórðu steðgað í tollinum. Tollararnir vildu hava, at vit skuldu gjalda meira pening fyri at sleppa ígjøgnum. Tað var mafia uppií. Eg hevði ongantíð rinda eyka, og eg vildi ikki. Tað stóðu skelti á bæði enskum og týskum, hvat vit skuldu rinda, og at vit ikki skuldu gjalda meira, sjálvt um tollararnir vildu hava meira. Tollararnir vóru sera strangir, og vit vórðu sett til síðis, og sótu har í 19 tímar. Tá við eitt klokkan fýra um náttina hoyri eg ein sang í útvarpinum har vit vóru, og tað var Gurðun Sólja Jacobsen, ið sang. Eg sprakk á føtur. Tá fer hurðin upp, og inn kemur ein maður, ið sigur á týskum “far”. Hann sigur tað umaftur, og vit fara útum yvir til bussin. Men tá ið vit venda okkum við, er eingin maður at síggja. Eg eri sannførdur um, at hetta var ein eingil frá Gudi, sum kom at hjálpa okkum. Hetta er einasta ferð, eg kom inn í Rumenia uttan at vísa pass, sigur Absalon Matras.

Bið fyri Absalon

Túrurin gekk væl í Rumenia. Á heimvegnum fóru Absalon Matras og hini til Esbjerg, har tað vóru føroysk møti.

– Beinanvegin eg kom inn, kom ein maður ímóti mær. Hann spurdi við tað sama, hvat hendi tann 5. september klokkan fýra um náttini. So sigur hann: “Eg varð vaktur av eini rødd hesa náttini, sum rópti “Bið fyri Absalon”. Eg sprakk leysur úr seingini. Eg hoyrdi røddina tvær ferðir. Eg bað og legði meg aftur”. Tað var stórt at uppliva at Harrin hevði eina tílíka umsorgan fyri mær, at hann vildi vekja ein persón í Danmark at biðja fyri mær, sigur Absalon Matras.

##med3##

Ger ikki mun á fólki

Rumeniahjálpin við Absalon Matras spyr ikki eftir, um ein hoyrir til eina kirkju ella ikki, ella, um ein hoyrir til eina kirkju, hvørja ein so hoyrir til.

– Øll tey, ið vilja vera við at hjálpa, eru vælkomin at vera við, og øllum teimum, ið hava tørv á hjálp, royna vit at veita hjálp. Fyrstu ferðirnar eg fór til Rumenia, var tað saman við Immanuel í Hoyvík. Annars eru tað fólk innan kirkjuna, missiónina, brøðrasamkomuna, Frelsunarherin og nógv onnur, ið hjálpa til á ymiskan hátt. Alt frá at binda, skilja klæðir, pakka, pakka um, tey sum koma við á túrarnar, tey, sum stuðla fíggjarliga, og tey, sum biðja fyri arbeiðinum.

– Í Rumenia spyrja vit altíð eftir, hvar tørvurin er størstur at fáa hjálp. Tá eru tað kommunurnar, ið siga frá, og so fara vit hagar. Onkuntíð hevur onkur í onkrari meinigheit í Rumenia sagt við meg, at eg skal ikki fara at hjálpa í einum ávísum staði, tí at tey fólkini ikki koma í teirra meinigheit. Tá havi eg sagt, at eg spyrji ikki eftir, um fólk ganga í eini meinigheit ella ikki, og um tey ganga, hvar tey ganga. Um tørvur er á hjálp, so fara vit at hjálpa. Vit hava eisini fleiri ferðir verið hjá sigoynarum við hjálp, sigur Absalon Matras.

Hann hevur onkuntíð verið biðin um at tala í onkrari meinigheit ymsastaðni í landinum.

– Fyrr í ár var eg á einum staði, og har komu fleiri enn 500 fólk at lurta. Eg talaði á enskum, og so varð tulkað til rumenskt. Aftaná kom ein kona grátandi til mín. Hon segði, at hon hevði havt tað so ringt í lívinum, men at hetta kvøldið hevði hon fingið frið við Gud. Tað var stórt at uppliva, sigur hann.

Kennir landið betur enn íbúgvararnir

Absalon hevur verið í nógvum ymiskum støðum í Rumenia við hjálp.

– Tá ið vit fara longur norðureftir í landinum, tekur tað longri tíð, tí frástøðurnar eru so langar. Tá eru vit ofta burtur úr Føroyum í 20 dagar. Annars eru vit vanliga 11 dagar burtur.

Nú um veturin kann vera rættiliga kalt og nógvur kavi í landinum. Á hesum túrinum er tó ikki ætlanin at fara niðan í fjøllini, har tað kann vera nógvur kavi.

– Eg havi koyrt so nógvastaðni runt í landinum, at onkur av teimum staðbundnu rumenunum hava sagt við meg, at eg kenni nógv betur teirra land enn teir allar flestu rumenararnir gera, sigur Absalon.

Fátækadømi í bygdunum

Nógv er broytt síðani arbeiðið við Rumeniahjálpini byrjaði. Støðan í landinum er batnað nógv í mun til, hvat hon var fyri 30 árum síðani.

– Tað eru stór framstig hend á nógvum økjum. Í býunum sæst ikki nakað til fátækadømi. Har síggja fólk út til at hava tað gott. Men í teimum smáu bygdunum langt úti á landinum er tað framvegis nógvastaðni sera fátæksligt. Tað er fyrst og fremst hesi støðini, at hjálpin fer, sigur Absalon Matras.

Hann vísir á, at í Rumenia er avmarkað, hvussu nógv tað almenna tekur sær av teimum fátøku og øðrum, ið tørva hjálp.

– Tey fáa eitt lítið sindur – umleið 600 krónur um mánaðin. Eg skilji ikki, at tey kunnu klára seg fyri so lítið. Um ein kona eigur eitt barn, fær hon 2.000 krónur um mánaðin í tvey ár. Tað er ikki nógv at liva fyri, sigur Absalon Matras.


Pólland, Ukreina og Moldova

Seinnu árini hevur hevur hann eisini verið í fleiri øðrum londum við klædnahjálp úr Føroyum. Fleiri túrar eru gjørdir til Póllands og Moldova. Hann hevur eisini verið í krígsherjaða Ukreina við hjálp.

– Tað er stórur tørvur á hjálp eisini í hesum londunum. Einaferð koyrdi eg eisini ein buss við klæðum frá brøðrunum í Føroyum. Tann hjálpin fór til Týskland, og so víðari harfrá til Russlands, sigur Absalon.

Ógvusligt at síggja neyðina fyrstu ferð

Men hvussu byrjaði arbeiðið fyri 30 árum síðani?

– Eg kendi einki til støðuna í Rumenia, tá ið eg byrjaði at savna brúkt klæði inn og senda tey avstað í bingjum til Rumenia. Hetta gjørdi eg í samstarvi við danskarar í nøkur ár. Immanuel í Hoyvík var tá byrjað at koyra við hjálp til Rumenia. Eg varð spurdur, um teir kundu fáa klæðir, ið eg hevði savnað inn, og koyra tað til Rumenia. Tó slapp eg ikki sjálvur við. Tá ið teir spurdu aftur, segði eg, at teir kundu fáa klæðini, um eg sjálvur slapp við at koyra bussin til Rumenia. Soleiðis byrjaði tað, sigur Absalon Matras.

– Eg hevði hoyrt frá øðrum um støðuna í Rumenia, men tað var ikki fyrr enn eg hevði verið fyrsta túrin, at eg sá, hvussu stór neyðin var. Tað kom ein trongd á meg, at eg mátti avstað aftur. Soleiðis hevur tað verið øll árini. Og eg havi framvegis hesa trongdina í mær. Fyri mær er tað eitt kall, sigur Absalon Matras. 

Sjálvt um hann er farin væl upp um pensjónsaldur, hugsar hann ikki um at slakka av.

– Eg hugsi als ikki um tað, og eg eri væl fyri likamliga. Tá ið trongdin kemur á meg, má eg fara avstað, sigur Absalon Matras.


22.000 krónur

At hann hevur kunna farið øll hesi árini til Rumenia, er bara tí at hann hevur fingið nógva sjálvbodna hjálp og stuðul ymsastaðni frá.

– Eg eri sera takksamur fyri alla ta hjálp og tann stuðul, eg fái. Í nógv ár hava tað verið tríggjar konur, ið hava skilt og pakkað klæðini í kjallaranum í Christianskirkjuni. Tann eina er farin, og nú eru tvær eftir. Tær gera eitt sera stórt arbeiði, sum eg eri sera takksamur fyri. Eg havi fleiri ferðir bjóðað teimum at komið við til Rumenia, so tær eisini síggja, hvar klæðini enda, men tær hava ikki hætta sær.   

– Men tað eru eisini nógv onnur, ið stuðla á ymiskan hátt, og nógv biðja fyri arbeiðinum. Eg eri teimum øllum sera takksamur, sigur Absalon Matras.

Ein túrur til Rumenia hjá Absalon Matras kostar umleið 22.000 krónur. Hann hevur avtalu við Smyril Line um at fáa ein lastvogn við klæðum ókeypis (sum annars hevði farið tómur avstað). Áðrenn tað fylti hann ein buss og koyrdi hann allanvegin til Rumenia. Men tað var nógv dýrari. Nú rindar hann fyri lítla vørubilin og fyri seg sjálvan. Annars eru útreiðslurnar fyri flutning av klæðunum úr Danmark til Rumenia, bensin, mat, uppihald og annað.

– Eg havi nakrar stuðlar, ið flyta pengar á konto hjá Rumeniahjálpini. Eg royni at ansa væl eftir pengunum, so at tað ikki fer ov nógv út. Onkuntíð hava tað ikki verið nógvir pengar á konto, og tá havi eg selt vørubilin, fyri at hava pengar, so at eg havi kunna farið avstað. Tá ið eg eri komin heimaftur, havi eg roynt at fingið hendur á einum nýggjum vørubili.

Onkuntíð hevur Rumeniahjálpin fingið størri peningaupphæddir, sigur Absalon Matras.


900 tons

Hesi 30 árini, Absalon Matras hevur hjálpt í Rumenia og í øðrum fátøkum londum í Evropa, eru nógv tons av klæðum og øðrum tilfari farin avstað. Umleið seks tons av vøru eru við í hvørjari sending, og við 150 túrum svarar tað til umleið 900 tons.

Í stóran mun er talan um endurnýtslu av góðum klæðum og øðrum tingum, men eisini av bundnum vørum.

Rumenar í Føroyum

Við árunum eru fleiri rumenar og onnur, ið hava fingið hjálp. Nakrir fáir av rumenunum, ið Absalon eru komin í samband við, hava verið í Føroyum.

– Onkur hevur verið í stutta tíð, og onkur hevur eisini verið í longri tíð. Daniella og Calin Gabor, sum nú búgva í Vestmanna, hava búð her í fleiri ár. Tey bóðu um at sleppa við mær til Føroya. Eg setti bara sum treyt, at tey skuldu hava øll loyvi upp á pláss. So komu tey við mær í bussinum á heimvegnum. Tey hava lært føroyskt og børnini ganga í skúla her, sigur Absalon Matras.