Eitt størri lágtrýstsøki liggur fyrst nærum í stað yvir ella nær Føroyum, men frá sunnudegnum ferðast tað í ein landnyrðing norðan.
Í dag verður lot til gul av landsynningi ella ymsum ættum, fyri tað mesta skýggjað og regn ella ælaveður og mjørki í støðum. Leygarnáttina verður eitt lítið lot av ymsum ættum, undir 5 m/s, samdrigið og í støðum mjørki. Hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Leygardagin verður lot til gul av suðri ella ymsum ættum, undir 5 m/s, um náttina fyri tað mesta av útnyrðingi og hann øtlar vindin nakað. Sólglottar og okkurt æl. Hitin um dagin millum 10 og 13 stig, um náttina millum 5 og 10 stig.
Sunnudagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi og norðri, 3 til 8 m/s. Sum frá líður fyri tað mesta skýggjað og okkurt æl og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Mánadagin verður lot til andøvsgul av útnyrðingi, sum snarar í ein vestan og útsynning, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt ælið og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Týsdagin verður lot til andøvsgul av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt ælið og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.
Mikudagin verður lot til andøvsgul fyri tað mesta av norðri, 3 til 8 m/s. Fyri tað mesta skýggjað og okkurt ælið og hitin alt samdøgrið millum 8 og 12 stig.