Fyribilslóg um veiðigjøld samtykt við 2. viðgerð

Løgtingið hevur nú beint fyri klokkan hálvgum tvey í nátt samtykt »uppskotið til løgtingslóg um serstakar treytir fyri fiskiskapi eftir makreli, norðhavssild og svartkjafti í 2016« við minst møguligum meiriluta, 16-15.

 

Samgongan atkvøður fyri og andstøðan ímóti.

 

Minnilutin í vinnunevndini, Bjarni Hammer, Bjørt Samuelsen og Ingolf S. Olsen, sum umboða samgonguna, siga, at av tí at andstøðan, eigur meirilutan í Vinnunevndini, ynskti at fáa Løgtingsins umsiting at greina løgfrøðiligu ivamálini í sambandi við møguligt endurgjaldskrav, verður hetta alternativa uppskotið lagt fram – og í hesum uppskoti verður einki nevnt um uppboðssølu.

 

Umsitingin hjá løgtinginum sá seg ikki føra fyri at fáa frágreiðingina lidna fyrr enn í januar 2016.

 

– Samgongan hevur tó skrivað álit í nevnda løgtingsmáli, sum væntandi ikki kann koma til 2. viðgerð fyrr enn í januar 2016. Av hesi orsøk er hetta alternativa inntøkuuppskotið lagt fram, siga samgonguumboðini í álitinum.

 

Ætlanin er, at tá uppskotið hjá landsstýrismanninum verður samtykt, so fer henda lóg úr gildi.

 

Minnilutin heldur tað vera rætt, at vinnan rindar fyri framíhjárættindi til tilfeingið. Hetta tykist rættiliga breið semja vera um í Løgtinginum, tí hyggja vit at fíggjarkørmunum fyri 2016, sum undanfarna samgonga samtykti, so var ætlan teirra at taka tilfeingisgjøld frá ali- og fiskivinnuni fyri umleið 290 milliónir krónir. Hetta er umleið tað sama, núverandi samgonga hevur ætlanir um í mun til tilfeingisgjøld.

 

Minnilutin vísir á, at tað hevur ovurhonds stóran týdning at eggja til meirvirking av øllum fiskatilfeinginum. Áseting av gjaldi á tilfeingið eigur at avspegla hetta.

Minnilutin tekur undir við málinum og mælir Løgtinginum til at samtykkja uppskotið.

 

Anstøðuumboðini, sum hava meiriltuan í vinnunevndini, mæltu tinginum til ikki at samtykkja uppskotið, sum tó varð samtykt við minsta meiriluta.

 

Nýggjur tingfundur er settur at verða klokkan 01:30, og tá fer hetta málið og málið um løgtingsfíggjarlógina fyri 2016 til 3. viðgerð.