Fyribyrging frá barnsbeini av

Vit mugu lofta børnunum har, tey eru.

 

Vit mugu styrkja kensluna hjá teimum av at hoyra til, og vit mugu geva teimum bestu fortreytir at mennast út frá teimum evnum og førleikum, tey hava.

 

Geva vit ikki børnum góðar fortreytir tíðliga, vaksa trupulleikarnir seg ofta størri seinni. Tí haldi eg, at vit skulu seta inn í trimum stigum:

 

Stig 1. Gev dagstovnaøkinum neyðugu førleikarnar og karmarnar at lofta børnunum tíðliga. Dagstovnar eru ikki bara ansingarstovnar – teir eru menningarstovnar. Tað inniber eisini, at politiska skipanin tryggjar teimum grundleggjandi umstøður og neyðuga førleikamenning.

 

Stig 2. Gev fólkaskúlanum fígging til tvílæraraskipan. Tað merkir, at tveir lærarar eru inni í flokkinum í senn. Fólkaskúlin er í broyting, og vilja vit hava næmingar, ið trívast og mennast, mugu vit seta inn tíðliga. Sambært Lærarafelagnum gevur tvílæraraskipanin tann fleksibilitet í skúlastovuni, ið krevst, fyri at lofta bæði fakligum, sálarligum og sosialum tørvum.

 

Stig 3. Gev øllum børnum møguleika at verða partur av einum felagsskapi í frítíðini. Tað kunnu vit gera við einum skattafrádrátti, oyramerktum til frítíðarvirksemi, eitt nú skótar, tónleik ella ítrótt. Kanningar vísa, at felagsskapur bæði mennir, stimbrar og fyribyrgir. Tí mugu vit seta inn tíðliga og tryggja, at øll børn fáa henda møguleika.

 

 

 

René Karbech Rasmussen / Facebook

 

Javnaðarflokkurin