Fyrilestrar um CTD í dag og í morgin

Í dag - fríggjadagin 2. mai klokkan 14 - verður almennur fyrilestur um CTD.

Fyrilestrahaldari er Nicola Longo MD, PhD, serfrøðingur í arvaligum stoffskiftissjúkum. Hann arbeiðir á Universitetinum í Utah, har granskingarøkið hjá honum m.a. er óreglusemi í feitt sýru oxidatión og karnitin metabolismu.

 

Í dag - fríggjadagin 2. mai klokkan 14 - verður almennur fyrilestur við Nicola Longo um CTD í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7.

 

Tað verður Pál Weihe, yvirlækni, sum fer at umseta fyrilesturin til føroyskt. 

 

Leygardagin 3. mai klokkan 14 - tað er í morgin - heldur Nicola Longo fyrilestur fyri CTD-sjúklingum, berarum og avvarðandi á Parnassinum á Hotel Hafnia.

 

Eisini fer Ulrika Steuerwald, barnalækni, at greiða frá tí nýggjasta innan CTD, og Jan Rasmussen, lækni og PhD lesandi, fer at siga nakað um tey deyðu, sum hann hevur funnið fram til, ið høvdu CTD.

Aftaná fyrilestrarnar verður árligi aðalfundurin hjá CTD felagnum.

 

Tað er CTD felagið sum stendur fyri tiltøkini.