Fyrilestrarrøð um lívfrøðiligt margfeldi

Tíðindaskriv

ST hevur lýst 2010 at verða altjóða lívfrøðiligt margfeldisár. ST-sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi varð undirskrivaður av einum stórum parti av heimsins londum á Rio-ráðstevnuni í 1992. Longu í juni 1993 høvdu 168 lond skrivað undir sáttmálan og nú í 2010 hava 192 lond undirskrivað sáttmálan - harímillum Føroyar.

Lívfrøðiligt margfeldi umfatar alt tað livandi fjølbroytni, ið náttúran rúmar.
Sáttmálin um lívfrøðiligt margfeldi er komin, tí heimssamfelagið metir, at ein niðurgongd av lívfrøðiliga margfeldinum er ein so stórur missur fyri lívið á jørðini. Sáttmálin hevur trý høvuðsevni, hesi eru:
1. Varðveitsla av lívfrøðiliga margfeldinum
2. Burðardygg nýtsla av tí, ið lívfrøðiliga margfeldið gevur
3. Eitt rættvíst og javnt býti av ágóðum, ið stava frá nýtslu av genetiska tilfeinginum
Føroya Fróðskaparfelag, Lívfrøðingafelagið og Náttúrugripasavnið hava í felag lagt til rættis eina skrá av fyrilestrarrøðum fyri 2010. Vit fara á ymsan hátt at lýsa lívfrøðiligt margfeldi eisini frá øðrum sjónarmiðum enn teimum reint lívfrøðiligu.

Fyrstu fyrilestrarnir verða 24. februar 2010 kl. 19.30
í framsýningarhølunum hjá Náttúrugripasavninum á Debesartrøð.

Tveir fyrilestrar verða á skránni:
Anna Maria Fosaa, lívfrøðingur, PhD:
- Hví lívfrøðiligt margfeldisár í 2010?
Í fyrilestrinum verður greitt frá, hvat lívfrøðiligt margfeldi er, og hví ST hevur valt 2010 til at verða lívfrøðiligt margfeldisár. Um hvønn týdning tað hevur fyri okkara lívsgrundarlag at varðveita lívfrøðiliga margfeldið. Hvat gera vit her heima, og hvat ger Náttúrugripasavnið í hesum høpi.

Firuz Gaini, fólkalívsfrøðingur, PhD:
- Mentanarligar oyggjar alheimsins. Lívfrøðiligt margfeldi sæð úr einum mentanarfrøðiligum sjónarhorni.
Vinarliga
Fróðskaparfelagið
Lívfrøðingafelagið
Náttúrugripasavnið