Sunnudagin klokkan 15 verður ein fyrilestur á Hotel Hafnia í Havn um vaksandi talið av fólki, sum viga ov nógv Lars Jørgensen, hvørs starvsheiti eru coach og psykoterapetur, heldur fyrilesturin. Hann arbeiðir á Ubberup háskúlanum
Hann fer millum annað at tosa om sálarligu orsøkirnar til, at fólk gerast ov feit, um kost, at røra seg, motivasjón, at halda vektini niðri o.s.v. Hann fer eisini at greiða frá háskúlanum og tí, sum skúlin stendur fyri.
Síðan 2000 hevur Ubberup háskúlin gingið á odda við at læra fólk at liva eitt sunnari og betri lív. Yvir 3000 fólk, og flestu teirra hava vigað ov nógv, hava hesi árini verið á skúlanum. Skúlin gjørdist kendur í sambandi við eina sending í TV2 við heitinum ?Livet er fedt?.
Fyrilesturin sunnudagin verður frá klokkan 15 til umleið 16.30, og ikki er neyðugt at tekna seg.