Fyrilestur um grindabýti

Fyrilestur um grind og grindabýti verður í Pakkhúsinum í Bø mikukvøldið. Tað er Jóan Pauli Joensen, professari, sum fer at siga frá

Mikukvøldið 25. mei klokkan 20.00 fer Jóan Pauli Joensen, professari, at halda fyrilestur í Pakkhúsinum í Bø. Fyrilesturin fer at snúgva seg um grind og grindabýti.
Fyrilesturin er partur av røðini »Setrið á ferð« , har fólk frá Fróðskaparsetrinum hevur ferðast kring landið og hildið ymsar fyrilestrar.
Fyrilesturin um grind og grindabýtið, sum verður hildin í vestasta grindaplássinum í landinum, er komin í lag í samband við, at Jóan Pauli Joensen er í ferð við at skriva bók um hetta evnið.
Greitt verður frá, hvussu grindabýtið hevur verið, og um tær broytingar, sum gkørdar eru í hesum býtinum gjøgnum árini.
Nevnt verður til dømis, at til fyri umleið 30 árum síðan, var býtið soleiðis, at grindamenninir ikki fingu størri part enn fólkið í økinum annars fekk, uttan so, at grindin var so lítil, at bert varð skiftí drápspartar. Síðan er tað broytt til, at grindamenn eisini fáa drápspart, hóast heimapartar - ella húsapartar - sum tey siga vestanfyri, verða býttir.
Um hetta og mangt annað, sum hoyrir hesum partinum av mentan okkara til, fer Jóan Pauli Joensen at siga frá í Bø mikukvøldið.