Fyrilestur um troyggjuna send úr Føroyum í 1807

Leygardagin 7. februar 2026 verður talgildur fyrilestur um forngripirnar sum stava frá skipinum Anna Maria, hjá Kongaliga einahandlinum, sum var kaprað á veg til Danmarkar í 1807

Konservatorurin á Prize Papers Project, Marina Casagrande, ger mikroskopiska greining av træðrunum í føroysku troyggjuni. Mynd: The National Archives

Starvsfólk hjá bretska tjóðskjalasavninum, Tjóðsavninum og Fróðskaparsetrinum at hava framløgu um fundin við serligum atliti at troyggjuni.

 

Tjóðsavnið skrivar, Knitting History Forum er eitt altjóða netverk fyri søgu um binding og hekling. KHF arbeiðir fyri at menna og fremja vitan um bindisøgu gjøgnum gransking, hugskotsmenning og upplýsing.

 

Fleiri framløgur eru á skránni. Framløgan, The undelivered sweater: a 200-year-old knitting time capsule, verður klokkan 16.15 – 16.50. Luttakararnir úr Føroyum eru Margretha Nónklett av Tjóðsavninum, sum ferð at greiða frá um troyggjuna, og Noomi í Dali av Fróðskaparsetrinum, sum fer at greiða frá, hvussu hon er bundin, og arbeiði hennara at endurbinda troyggjuna.

 

Kostnaður fyri luttøku er 27 pund.

 

Sí skránna HER.

 

Konservatorurin á Prize Papers Project, Marina Casagrande, ger mikroskopiska greining av træðrunum í føroysku troyggjuni. Mynd: The National Archives