Bogi Andreasen
varaborgarstjóri í Tórshavnar Kommunu
------
Viðhvørt gerst mann skakkur sum klaksvíkingur í høvuðsstaðnum, serliga tá hesi løgnu lokalpolitisku álopini á Havnina koma í riðum, pakkað inn sum nátúrlig krøv um útjavning. Í veruleikanum er talan um eitt ynski um eitt slag av stats- ella planbúskapi, har tað almenna skal inn at stýra vinnuni og útjavna úrtøkuna.
Nú hava klaksvíkingar við bit og slit bygt Norðhavnina. Flutningsfeløg og ferðafeløg hava sæð fyrimunin í hesum og velja nátúrliga at brúka Norðhavnina. Og tað er fantastiskt, tí tað er soleiðis, kapping eigur at fara fram. Talan er jú um privatfeløg, sum velja at brúka Norðhavnina. Soleiðis byggir mann upp eina sunna vinnu.
Men hetta var eftir øllum at døma ikki nógmikið, nú borgarstjórin í Klaksvík fer at tosa um at útjavna og stýra vinnuni. Slíkt skapir bara øsing og er eitt gott dømi uppá, hvussu lokalpolitikkur kann gera av við eina sunna vinnu.
Tí úrslitið, um tað almenna fer inn at stýra hesum við útjavning, er, at ongin privat vinna torir at seta nakað í gongd, hvørki í Klaksvík ella í Havn, av ótta fyri almennari útjavning. Klaksvíkingar kunnu bara ímynda sær rokilsið, um restin av landinum fer at krevja útjavning av fiskiloyvum og inntøkum frá fiskivinnuni.
Slíkt tos er sera lítið framsíggið, tí tað snýr seg bara um at royna at draga nakað norðureftir, uttan at málið á nakran hátt er gjøgnumhugsað. Hugsi ikki, at fólk hava gloymt, at tingið júst hevur trumfað yvir 30 miljónir ígjøgnum til tekniskan skula í Klaksvík, uttan at vita, hvat peningurin skal brúkast til, og áðrenn mann hevur staðfest, um vit skulu hava eina ella tveir deplar.
Fegnist heldur um fríu kappingina og gevist við tosinum um útjavning, sum bara kann koma Klaksvíkini aftur um brekkur.