Fyrireika ferming á netinum


Noreg: Fjarstøða er eingin forðing fyri at verða fermdur í Noregi. Undirvísingin kann nú gerast umvegis alnetið. – Hetta er eitt ótrúligt tilboð til norskan ungdóm í útlandinum, sigur Espen Ingebrigtsen, sum hevur ábyrgd av net-konfirmantunum, sambært heimasíðuni hjá norsku sjómanskirkjuni. Tað er líkamikið, hvar konfirmantarnir eru, og higartil hava 28 norskir ungdómar meldað seg til skipanina. Meðan konfirmantarnir ganga til, verða allar uppgávurnar sendar umvegis teldupost og konfirmantarnir kunnu tjatta við hvønn annan á alnetinum. Hugskotið vendir sær til konfirmantar, sum búgva so mikið langt burtur frá eini sjómanskirkju, at teir ikki kunnu luttaka í eini vanligari fyrireiking til fermingina. Íalt eru 12 leksjónir í undirvísingini. Sjálv fermingin fer annaðhvørt fram í heimakirkjuni í Noregi, við eina av sjómanskirkjunum ella við ambulantum gudstænastustøðum.