– Umbønirnar eru framvegis alt ov høgar, sigur Jørgen Niclasen, nú eykajáttanarlógin fyri september skal á landsstýrisfund mánadagin
Tilsamans er talan um eini 50 milliónir krónur, sum fleiri av aðalráðunum vilja hava afturat síni játtan í ár.
Sjálvur vil Jørgen Niclasen ikki nevna tøl.
– Tað er greitt, at nakað eru lógarbundnar útreiðslur, sum landskassin tí noyðist at gjalda. Men samanlagt eru umbønirnar alt ov høgar, sigur Jørgen Niclasen.
Umbønirnar eru ikki útreiðsluneutralar, tað vil siga at aðalráðini hava ikki megnað at vísa á sparingar, sum kunnu viga upp ímóti eyka útreiðslum á øðrum økjum.
Sambært Jørgen Niclasen er telvingini millum ymsu landsstýrisfólkini ikki liðug, og tí er framvegis ikki greitt, hvat kemur við á eykajáttanarlógina fyri september, sum skal berast í løgtingið fyrsta dagin.
Landsstýrisfundur er mánadagin, og tá verður eykajáttanarlógin aftur viðgjørd. Enn torir Jørgen Niclasen ikki at siga, nær uppskotið verður borið í løgtingið.
– Men tað er óendaliga umráðandi at halda aftur í almenna útreiðsluvøkstrinum, nú vit merkja eitt uppsving í samfelagnum og inntøkurnar økjast, sigur Jørgen Niclasen, sum fyrsta dagin skal í løgtingið við eini eykajáttanarlóg.