– Í dag eru 198 ár síðani, at V. U. Hammershaimb var føddur, og tí halda vit móðurmálsdag. Uppgávan er nú at fyrireika stórfagna fyri móðurmálinum um tvey ár, tá 200 ár eru síðani Hammarshaimb var føddur.
Tað segði Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, tá hon setti móðurmálsdagin í Løkshøll klokkan 13 seinnapartin.
Á skránni á máðurmálsdegnum eru fleiri fyrilestrar um yrkismál, sum er yvirskipaða evnið á móðurmálsdegnum.
Tað var Zakaris Svabo Hansen, formaður í Málráðnum, sum beyð vælkomin. Fyrilestrahaldarar eru Jógvan í Lon Jacobsen, sum hevur hugleitt um yrkismál og almannamál, Elin Henriksen tosaði um yrkismál í støddfrøði, og Marjun Arge Simonsen hevur tosað um yrkorðagerð. Og nú tosar Maria Dam um yrkismál í evnafrøði. Næst á skránni er Randi Kúrberg, sum fer at tosa um føroyskt ítróttarmál.
Elinborg Pálsdóttir hevur sungið í millum framløgurnar.
Tiltakið endar við, at Móðurmálsvirðislønin 2017 verður handað – og enn bíða fólk í spenningi at frætta, hvør verður heiðraður við hesi virðisløn.