Fyrireikingarnar ganga væl

Fyrireikingarnar, sum Tórshavnar Kommunu ger til kongaligu vitjanina, ganga sum eftir ánni. ? Tað er alt so smátt við at koma undir land, sigur borgarstjórin

? Jú,jú fyrireikingarnar ganga væl. Hevur tú ikki lagt merkið til, at vit asfaltera upp á lívið um allan býin, sigur Heðin Mortensen, borgarstjóri skemtandi.

Skiftast um at vera vertir
Hann greiðir frá, at tá kongshjúnini koma til Havnar, er tað tó ikki Tórshavnar kommuna, sum verður vertur allatíðina.
? Tá kongaskipið leggur at, er tað Tórshavnar Havn sum tekur ímóti. Har er so nakað av fyrireiking hjá okkum við at fáa hornorkestur og landgongd o.s.fr. til høvið, men tað gongur alt uppá stás, greiðir borgmeistarin frá.
Tá regenthjúnini og krúnprinsahjúnini eru væl og virðiliga komin í land, spáka tey av bryggjuni og út á Tinganes, har løgmaður tekur ímóti.
? Á gongutúrinum út á Tinganes er tað Tórshavnar Kommuna, ið er vertur, og vit fara eisini at nýta okkara egnu, vandu ferðaleiðarar á túrinum. Men tá tey fara inn í Tinganes, tekur landstýrið yvir. Tá tey koma útaftur, ganga vit út á Reyn, eftir Áarvegnum og inn í løgtingið. Á túrinum eru tað aftur vit, sum eru vertir, meðan tað inni í løgtinginum er tingið, ið tekur sær av gestunum, sigur Heðin Mortensen.
Kl 11 fer regentparið inn í dómkirkjuna, meðan krúnprinsaparið fer niðan á Margarinfabrikkina.
? Á middegi, ella kl. gott 12, hittast vit so øll niðri hjá Nólsoyar Páll. Tá verður tann officiella móttøkan frá Tórshavnar býráð, har allir býráðslimirnir við maka verða presenteraðir, greiðir borgmeistarin frá.
Eftir tað, verður farið yvir í Müllers Pakkhús, har ein biti verður til matna.
? Síðani verða pørini býtt sundur, og fara á tvær ymsikar rutur ymsastaðni runt um í býnum. Tey fara á barnagarðar, eldrasambýli, søvn o.s.fr. Tey fara umborð á kongaskipið aftur um 17.30?18.00 tíðina, so tað verður ein langur dagur, staðfestir Heðin Mortensen.


Gávur handaðar
Tað plagar at vera siðvenja, at kongsfamiljan fær gávur frá vertunum, tá tey eru á vitjan. Og vitjanin í Havn verður einki undantak.
? Tað verða gávur handaðar, og vit fara nokk tann vegin, at tað verður ein í part, sigur Heðin Mortensen.
Borgarstjórin vil tó ikki úttala seg um hvat ætlanin er at geva teimum.
? Alt er ikki endaliga komið upp á pláss enn viðvíkjandi gávunum, men ætlanin er, at tað skal verða eitt yvirraskilsi. So tit mugu bíða inntil 20. juni við at síggja hvat tey fara at fáa, sigur Heðin Mortensen at enda.