Fyrispurningar um rentuna hjá landinum og fiskiloyvir

Jørgen Niclasen, formaður í Fólkaflokkinum, hevur sett ein munnligan fyrispurning til Kristinu Háfoss, landsstýriskvinnu í fíggjarmálum, har hann spyr hvussu nógva rentu landið skal rindað fyri lánini, ið tað hevur tikið.

 

Jørgen Niclasen sigur, at síðan Landsbankin bleiv stovnaður, hevur landið tikið eitt lán í Norra til eina hægri rentu enn vanlig, tá vanligt hevur verið seinnu árini at fáa alt útskrivað í lánsbrøvum, til eina lægri rentu. Sambært Jørgen Niclasen, so vildi Fíggjarmálaráðið taka lánið úr Norra til eina hægri rentu, fyri at fáa lánsbrøvini til eina enn lægri rentu. Nú vil Jørgen Niclasen hvat hendi við rentuni.

 

Kári P. Højgaard hevur eisini ein fyrispurning í dag, har hann spyr um fiskiloyvir hjá útróðrarbátum verða galdandi eftir 1. januar í næsta ár og um loyvisgjaldið verður rindað aftur vegna ov stutta gildistíð.