Fyrispurningurin eingin trupulleiki

-Fyrispurningurin er lættur at svara, og Tórbjørn Jacobsen burdi eisini vitað, hvør mannagongdin er, sigur Bjarni Djurholm, sum væntandi skal svara fyrispurningi frá Tórbirni Jacobsen

Tórbjørn Jacobsen hevur boðað frá, at hann ætlar at seta Bjarna Djurholm, landsstýrismanni, ein fyrispurning, tá løgtngið kemur saman aftur um nevndarvalið í Framtaksgrunninum.
Tórbjørn Jacobsen er ikki nøgdur við, at Bjarni Djurholm hevur sagt, at hann næstan fylgdi tilráðingunum frá umsitingini í Vinnumálastýrinum.
Bjarni Djurholm ger tó greitt, at hann ikki missir nakran svøvn orsakað av fyrispurninginum.


-Fyrispurningurin er lættur at svara, og Tórbjørn Jacobsen burdi eisini vitað, hvør mannagongdin er, sigur Bjarni Djurholm.
Bjarni Djurholm visir á, at tað er landsstýrismansins avgerð einans, hvør skal veljast sum nevndarlimur. Hann biður umsitingina um at koma við tilmælum í tráð við vitøkurnar hjá grunninum, sum er breitt orðað, og krevja fólk við vinnuligum fortreytum.


-Tá eg sigi, at eg næstan havi fylgt tilráðingunum, so merkir tað, at fólk í summum førum hava sagt nei takk til tilboðið, og eg havi so verið noyddur at funnið onnur hóskandi fólk, sigur Bjarni Djurholm
Hann kallar fyrispurningin fyri ein kærkomnan møguleika at gera ein enda á teimum søgum, sum hava verið um nevndarvalið í Framtaksgrunninum.