Bjarni Djurholm landsstýrismaður sigur við blaðið Vinnuvitan, at týdningarmesta málið fyri, at vit kunnu halda fast við ein sunnan búskap, er, at tørvurin á arbeiðsmegi verður nøktaður. Eisini Vinnuhúsið ávarar um gongdina og sigur, at vinnan steðgar upp, um einki hendir. Og innlendismálaráðið sigur, at ein loysn er á veg, har útlendingar nærum frá degi til dags sleppa til Føroya.
Sambært landsstýrismanninum í arbeiðsmarknaðarmálum, Bjarna Djurholm, er hetta týdningarmesta málið, um vit skulu forða eini inflasjón.
- Vit mugu fáa eina smidliga loysn, so vit kunnu fáa dugnaliga fremmanda arbeiðsmegi til Føroya í styttri og longri tíðarskeið. Trotið á arbeiðsfólki er so stórt nú, at tað forðar fyri vøkstri í fyritøkunum og samfelagnum, sigur Bjarni Djurholm, við Vinnuvitan.