Fyrrverandi hjálparvenjari er nú høvuðsvenjari hjá B68

47 ára gamli Aleksandar Jovevic er nýggjur venjari á Svangaskarði

Fyri fáum døgum síðani vóru tíðindini, at Fróði Benjaminsen ikki fór at halda fram sum B68 venjari. Hann avloysti annars fyri stuttum Jákup á Borg, sum gavst í felagnum, tá ið hann tók við sum ítróttarstjóri í B36.

 

Í morgun eru tíðindini av Svangaskarði, at felagið hevur skrivað undir sáttmála við Aleksandar Jovevic, sum í 2026 verður høvuðsvenjari hjá B68.

 

Aleksandar hevur seinasta árið arbeitt í útlendskum fótbólti. Hann er ættaður úr Serbia og var ÍF venjari í 2022 og 2023 og fýra teir fyrstu dystirnar í 2024.

 

Sambært FaroeSoccer var tað í 2003, at hann flutti til Føroya og fór at spæla við Skála. Í 2004 var hann í NSÍ og í 2005 í TB, og so spældi hann við ÍF fram til 2018, tá ið hann flutti til B68

 

B68 skrivar soleiðis í dag:

 

Vit eru sera fegin at kunna kunngera, at gamli kenningurin Aleksandar Jovevic er settur sum høvuðsvenjari hjá besta liðnum.

 

Aleksandar er ikki ókendur í B68 — hann hevur áður verið her í 2018, 2020 og 2021 sum hjálparvenjari, og var ein týðandi partur av toyminum, sum fekk felagið aftur í Betri Deildina.

 

Seinasta árið hevur hann roynt seg uttanlands, har hann hevur havt eitt spennandi starv í Barein hjá felagnum Ali CSC.

 

“Eftir at hava verið í Barein, eri eg ótrúliga glaður at vera aftur í B68. Eg hevði nøkur góð ár her, tá vit fluttu upp í 2020, og eg bleiv sera góður við bæði felagið og fólkini her. Tá eg fór tá, føldi eg, at hetta ikki var tann seinasti kapittulin hjá mær í B68. Nú eri eg aftur – og eg eri bæði glaður og spentur upp á hesa avbjóðingina. Good to be back home, skrivar B68 í dag.