Fyrrverandi Schalke 04 venjari vitjar

Næsta vikuskiftið skipar Venjarafelag Føroya fyri venjaraskeiði við Peter Schreiner

Tað er sanniliga eitt skeið við einum framstandandi venjara, sum Venjarafelag Føroya kann bjóða næsta vikuskiftið. Tá kemur fyrrverandi venjarin hjá kenda týska felagnum, Schalke 04, Peter Schreiner til Føroya á vitjan.

Um skeiðið skrivar Venjarafelag Føroya á heimasíðu sínari vff.fo: - Vit vita, at vit herheima hava langt á mál tá ið vit samanmeta okkum við leikarar á hægsta støði uttanlanda, kanska einamest tekniskt. Hetta skeiðið setur ljóskastaran á m.a. hesa avbjóðingina og hvussu leikarar í Spania, Týsklandi og Hollandi venja fyri  at koma á hetta høga støði.

 

Endamál/innihald: Vísa á serliga tekniskar menningar møguleikar í venjingini av ungum og vaksnum leikarum. Tann stóra yvirskriftin hjá Peter Schreiner hesar dagarnar er:

High Speed Soccer

Teaching -“Tiqui taca” and “One-Touch-Soccer”

Læra frá teimum størstu í Evropa (Spania, Holland og Týskland) hvussu vit dominera á mótstøðuliðinum. 

 

Við at TRÝSTA á PÍLIN undir myndini ber til at hoyra eina samrøðu við Frankie Jensen frá venjarafelagnum um skeiðið við Peter Schreiner.