Eyðstein Sørensen er av royndastu línuskiparum og saman við Bjarta Thomasen, stýrimanni, eigur hann Pison, fyrrverandi Vestfart, saman við Kósini. Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Fyrrverandi Vestfart livir sítt fríska lív sum Pison

- Vit hava verið eitt sindur óhepnir í árinum. Fyrst brotnaði gearið, og vit mistu allan januar, og í heyst noyddust vit at skifta skrúvu, sum eisini tók nakað av tíð, sigur royndi línuskiparin, Eyðstein Sørensen

Eyðstein Sørensen er av royndastu línuskiparum og saman við Bjarta Thomasen, stýrimanni, eigur hann Pison, fyrrverandi Vestfart, saman við Kósini. Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Í januar í 2021 gjørdist frystilínuskipið Vestfart, sum varð bygt á Vágs Skipasmiðju í 1987, aftur partur av føroyska fiskiskipaflotanum. 

Skipið, sum sínari tíð serliga varð bygt til svartkalvaveiði við Labrador og fiskiskap eftir brosmu og blálongu á djúpum vatni undir Føroyum, fekk nú navnið Pison.

Nýggja skipið avloysti gamla ísfiskalínuskipið, Pison, sum nú var mettur av døgum. 

2021 var eitt av árunum, tá herviliga koronu-farsóttin herjaði – eisini her í Føroyum – og tí varð eingin almenn móttøka, tá skipið legði til bryggju í Klaksvík hin 13. januar hetta árið. 

Nakað av fólki var á bryggjuni, tá skipið kom, men vegna farsóttina sluppu fólk ikki umborð at síggja skipið, sum hóast tað er bygt fyri skjótt 39 árum síðan er í góðum standi.

Pison er 40 metrar langur og níggju metrar breiður, og hann lastar umleið 245 tons. 

Høvuðsmotorurin er frá 2002, og ljósmotorarnir og generatorarnir eru frá 2013, og frystaríið er frá 2017.

Soleiðis eru dagføringar gjørdar umborð í Pison, síðan skipið í sínari tíð varð bygt á Vágs Skipasmiðju.

 

Eyðstein og Bjartur 

Tað eru Eyðstein Sørensen av Viðareiði, Bjartur Thomasen úr Kvívík og Kósin í Klaksvík, sum eru høvuðseigarar í skipinum. 

Eyðstein og Bjartur hava siglt saman í mong ár, og Bjartur hevur serliga siglt sum stýrimaður hjá Eyðsteini.

Í fleiri ár førdi Eyðstein línuskip fyri eitt felag í Grønlandi, sum Kósin í Klaksvík átti, og Kósin hevði eisini fiskavirkir í Grønlandi. Tá íslendingar seinnu keyptu virksemið hjá Kósini í Grønlandi, helt viðareiðismaðurin fram at føra skipið har yviri í eini 2-3 ár aftrat.

- Eg fekk høvi at halda fram, og so var eg her hesi árini aftrat, sigur hann.

Í Grønlandi fingust teir mest við ísfisk, men skipið kundi eisini frysta, so onkur túrur varð gjørdur, har teir frystu fiskin.

- Eisini, meðan eg var línuskipari í Grønlandi, var Bjartur Thomasen stýrimaður hjá mær, so vit hava verið saman í nógv ár, sigur Eyðstein Sørensen.

Skiparin vísir á, at tá hann hevur frítúr við Pison, er tað beiggi hansara, Rúni, sum er á brúnni, men Rúni er ikki partur av eigaraskapinum í frystilínuskipinum.

- Vit hava júst verið inni og landað, og hetta var ein túrur undir Føroyum á slakar seks vikur, sigur Eyðstein, sum nú er avloystur av beiggja sínum á seinasta túri fyri jól.

Í familjuni hjá Eyðsteini eru nógvir navigatørar, og ein annar beiggi hansara er skipari á trolbátinum, Sigatindi.

- Vit eru fýra beiggjar, sum allir eru navigatørar, og haraftrat er tveir svágrar, sum eisini eru navigatørar. Tí kunnu vit róliga siga, at hetta í stóran mun er ein siglandi familja, sigur hann brosandi, nú vit høvdu hann í telefonini eina løtu týsdagin.

 

Eitt sindur óhepnir

Eyðstein Sørensen letur ikki illa at fiskiskapinum, sum verið hevur í ár, og hann fegnast eisini um, at skipið hevur havt nakað at fiska, bæði í Grønlandi, Grand Bank og á Flemish Kap.

- Men, vit eiga onga kvotu í íslendskum sjógvi, sigur hann.

Sambært skiparanum hevur Pison í ár fiskað nakað av kalva á Grand Bank, tosk á Flemish Kap og tosk í Grønlandi.

Hann sigur, at teir sjálvsagt kundu hugsað sær, at kvoturnar uttanfyri landoddarnar vóru nakað størri, men tað ger eisini mun at sleppa at fiska ein part av veiðini í útlendskum sjógvi – serliga, har fiskur er at fáa.

- Vit hava annars verið eitt sindur óhepnir í hesum árinum, staðfestir skiparin.

Eyðstein vísir á, at í januar brutu teir gearið og mistu allan januar, og nú í heyst noyddust teir at skifta skrúvu, sum eisini tók nakað av tíð.

- So, tilsamans hava mist einar tveir mánaðir í fiskitíð í árinum. Samanumtikið hevur árið kortini verið á einari leið – ella, tað hevur kanska verið brúkiligt, sum hann lítillátin tekur til.

 

Gamli Pison

Eyðstein Sørensen átti eisini lut í gamla ísfiskalínuskipinum Pison í eini fýra ár, áðrenn teir keyptu nýggja Pison og fyrrverandi Vestfart, sum teir nú hava havt í sløk fimm ár.

- Bjartur Thomasen og eg vóru eisini saman við gamla Pison, og tá var Kósini eisini við, so hetta samstarv hevur eftirhondini nøkur ár á baki, sigur hann. 

Eyðstein heldur tað vera spell, at gomlu frystilínuskipini, sum vórðu bygd á Vágs Skipasmiðju í áttatiárunum, skuldu fara so illa, sum tey fóru. 

Hetta vóru sjálvsagt nýggj og góð skip, sum í fyrsta lagi vórðu bygd til svartkalvafiskiskap við Labrador.

- Nú minnist eg ikki ítøkiliga, hvussu alt hetta endaði, men soleiðis, sum eg havi skilt, høvdu teir, sum bygdu hesi skip, trupulleikar við at sleppa at fiska undir Føroyum, soleiðis sum ísfiskalínuskipini gjørdu, heldur Eyðstein Sørensen fyri.

Úrslitið varð – um vit kunnu siga so – at Føroyar lutfalsliga seint fingu frystilínuskip í tann mun, vit hava tey í dag, og nú vísir tað seg, at hesi skip eru framtíðin innan línuveiði.  

 

Togan um fiskin

Tað hevur nevniliga víst seg, at frystilínuskipini roynast nógv betur, enn ísfiskalínuskipin gjørdu, bæði fyri skip og manning. 

Meðan vit høvdu ísfiskalínuskipini, fiskaðu skipini við størsta veiðivirðinum fyri einar 18 milliónir krónur um árið, men í dag hava bestu frystilínuskipini eitt veiðivirðið, sum nakrar ferðir hetta talið.

Hyggja vit gjøgnum søguna, hevur tað nógva verið ein togan um, hvørt fiskurin undan Føroyum skuldi arbeiðast á fiskavirkjunum kring landið – ella, um hann skuldi virkast umborð. 

Á virkjunum hevur verið sagt, at verður fiskurin arbeiddur umborð, minkar arbeiði á føroysku fiskavirkjunum.

Nú er frysting eingin virking av fiskinum sum so, men er fiskurin fyrst frystur – og ikki bara feskur við lutfalsliga stuttari livitið – liggur allur heimsmarknaðurin í prinsippinum opin fyri lastini.

Og hetta eigur at lyfta undir fiskaprísin.

Tað er nærliggjandi at hugsa sær, at tað eru tey, sum umboða arbeiðarafeløgini, sum serliga hava trýst á og ikki hava viljað, at fiskurin verður virkaður á havinum. 

Í dag er alt broytt, nú vit hava nógv færri fiskavirkir, og trupult er at manna tey virkini, sum vit hava, við okkara egnu arbeiðsmegi. 

Orðini í hesum brotinum, ið kallast “Togan um fiskin”, skulu ikki heingjast upp á Eyðstein Sørensen, tí hann eigur ikki hesar útsagnir.

 

Tá Vestfart kom

Millum frystilínuskipini, sum í áttatiárunum vórðu bygd á Vágs Skipasmiðju, vóru Gáshólmur, Miðvingur, Klettur og Vestfart.  

Tá hesi skip vórðu bygd, vóru útlitini eftir øllum at døma góð, og hetta var ivaleyst ein vónrík tíð fyri teir, sum lótu hesi skip byggja.

Hyggja vit í eitt av føroysku bløðunum – Dagblaðið hin 20. juli 1987 –  verður sagt soleiðis um Vestfart, núverandi Pison:

“Svartkalvafiskiskapurin hevur verið góður, síðan skipini byrjaðu at royna fyri hálvum øðrum mánaði síðan. Klettur hevur júst verið í Godthåb og landað 170 tons, og Borgarin og Gáshólmur hava nærum fulla last...”

Og so lesa vit eitt brot um Vestfart, núverandi Pison:

“Mikudagin fer Vestfart - eitt av nýggjastu skipunum í flotanum – á sín fyrsta túr. Við verða 17 mans...” 

Vit lesa eisini:

“Føroyingar hava í ár eina kvotu á 4000 tons við Labrador. Haraftrat er ein ískoytiskvota á 1000 tons...”

Lagt verður aftrat í nevndu grein, at kvotan hevur verið hin sama seinastu árini, men nógv er ikki fiskað av henni. 

“So at siga bara Váðasteinur og Borgarin hava roynt har á leiðini, men í ár verða so fýra skip aftrat hesum báðum. Sostatt er møguleiki fyri, at nýtsla verður gjørd av allari kvotuni...”

Í greinini verður eisini sagt, at ísviðurskiftini við Labrador gera, at tað ikki kann fiskast her umleið fýra mánaðir av árinum. 

Og at enda verður lagt aftrat: 

“... Vetrarmánaðirnar skal Vestfart fiska á djúpum vatni við Føroyar, og tá verður serliga roynt eftir brosmu og blálongu...”

 

##med2##

 

Ikki ein ritgerð

Henda greinin er ikki nøkur ritgerð, hvørki um núverandi Pison, ei heldur um hini frystilínuskipini, sum vit fingu í áttatiárunum. 

Hinvegin hevði verið áhugavert at sett sjóneyku á, hvat tað var, sum hendi, og hví tað ikki bar til at fáa spildurnýggju frystilínuskipini at bera seg, tá tað ber væl til at fáa tey at bera seg í dag. 

Hvørji av hesum skipum komu heimaftur til Føroya, og hvørji sóu vit ongantíð aftur?

Eitt er so vist: Vestfart kom aftur til Klaksvíkar, og í dag verður Pison rikin av dugnaligum monnum, sum duga væl at fáa tað at bera til, tá alt gongur, sum tað eigur.

 


 

 

Eyðstein Sørensen er av royndastu línuskiparum og saman við Bjarta Thomasen, stýrimanni, eigur hann Pison, fyrrverandi Vestfart, saman við Kósini. Mynd: Føroyska Sjómansmissiónin

Tað eru fimm ár síðan, at Pison, fyrrverandi Vestfart, bygdur í Vági, kom aftur í føroyska fiskiskipaflotan