FYRST VALDI TINGMAÐURIN VAR NÝVALDUR

Fyrstvaldi tinglimurin í nýggja tinginum var nývaldur og umboðar Sambandsflokkin

Vága valdømi var tað fyrsta sum var avgjørt, og hóast Sjálvstýrisflokkurin hevur lagt upp til at taka mann í Vágum, so eydnaðist tað ikki hóast alt


Gomlu flokkarnir fingu menninar aftur, men annað andlitið á øðrum teirra er nýtt.


Sambandsflokkurin átti fyrst valda tingmannin við 472 atkvøðum, og hann sum valdur er er kommunulækni í sínum dagliga yrki og eitur Marius Dam. Hann kemur ístaðin fyri Suna Jacobsen, sum ikki varð afturvaldur. Marius Dam fekk 190 persónligar atkvøður.


Hin tingmaðurin úr Vágum er Jørgin Niclasen úr Fólkaflokkinum, sum fekk 183 atkvøður. Íalt fekk Fólkaflokkurin 424 atkvøður í Vágum.


Annars fekk Javnaðarflokkurin 298 atkvøður í Vágum, Sjálvstýrisflokkurin 215 og Tjóðveldisflokkurin 173 atkvøður.