Fyrsta barn og fyrsti føroyingur

Nýggjárskvøld føddi Finngerð Jensen úr Kvívík sítt fyrsta barn, og drongurin var eisini fyrst fødda barn í nýggja árinum

Klokkan 18.23 nýggjárskvøld kom fyrsta barnið í Føroyum.

Barnið var ein 56 cm langur drongur, sum vigaði 4050 gramm.

Mamman er Finngerð Jensen úr Kvívík og pápin Rúni Patursson úr Kirkjubø.

Finngerð Jensen var ikki so bilsin av, at hon føddi fyrsta barnið, sum kom i verðina í ár.

- Eg fekk tíð at koma á Landssjúkrahúsið nýggjársdag fyri at verða sett í gongd, sigur Finngerð Jensen.

Drongurin er hennara fyrsta barn.

Mamman veit ikki, nær hon kann fara heim av sjúkrahúsinum. Fyrr sluppu mammur við nýføðingum at vera á føðideildini í fimm dagar. Nú eru reglurnar so, at mamma og barn kunnu vera á sjúkrahúsinum, til tey eru klár at fara heim. Tað vil siga, tá ið barnið dugir at súgva og trívist.

Ein genta er aftrat komin i verðina í ár.