Tað var ein søgulig løta í Hvalba í gjár, tá helst tann fyrsta bingjan nakrantíð kom til Hvalbiar gjøgnum Hvalbiartunnilin.
Tað er André Dalfoss, sum vanliga koyrir fisk millum Hvalba og Tvøroyri, sum hevur útvegað fær ein nýggjan vogn til at frakta bingjur gjøgnum tronga tunnilin.
Fyrsta royndin var við eini 20 fótsbingju, men ætlanin er at koyrast skal við 40 fótsbingjum. Sum tað sæst á myndini, so verður bingjan hongd niður millum hjólini.
Hetta sær út sum eitt sera spennandi verkætlan, sum kanska kann lætta munandi um flutningin millum Hvalba og Tvøroyri.