Fyrsta føroyska appin um løgfrøði

Á advokativirkinum Faroe Law hava tey ment eina app, har tú sum brúkari fært svar upp á hópin av løgfrøðiligum spurningum.

– Hetta er fyrsta app’in av sínum slag á føroyska marknaðinum, og tað er okkara vón, at hon verður væl móttikin, sigur Jens Wang, advokatur á Faroe Law.

Appin eitur »Faroe Law«, og hon er ment til bæði iPhone- og Android-platformin, og hon er ókeypis at heinta á t. d. App Store, Google Play og Android Market.

– Vit hava lagt okkum eftir at gera eina app, sum er til gagns fyri ein breiðan hóp av brúkarum. Vit hava valt at gera app’ina soleiðis, at brúkarin her kann fáa svar upp á fleiri av teimum mest vanliga settu løgfrøðisligu spurningunum., sigur Jens Wang.

Á app’ini eru 17 ymisk høvuðsevni, og undir hvørjum av hesum kann brúkarin finna OSS (Ofta Spurdir Spurningar) og sjálvandi eisini svarið, sum tey hava gjørt til hesar.

– Vit hava roynt at fevnt breitt í hesum, og eitt nú kanst tú leita tær ráðgeving um bygging, partafelagsrætt, setanarrætt og leigurætt. Hjá okkum er hetta ein roynd at vita, hvussu verandi og komandi viðskiftafólk taka ímóti eini slíkari tænastu. Og vit halda í øllum førum, at talan her er um eina tænastu, sum veruliga kann gera nyttu hjá einum stórum málbólki. Bæði vinnulívsfólkum, starvsfólkum á fyritøkum og hjá tí almenna umframt lesandi á t.d. Handilsskúlanum og privatpersónum, sigur Jens Wang.