Fýra ung fólk vóru í bilinum, har førarin á ein ella annan hátt misti tamarhaldið á bilinum og koyrdi inn í tunnilsveggin. Øll sluppu uttan stórvegis mein Tað skrivar Norðlýsið á heimasíðu sínari. Tey skriva eisini, at soleiðis sum tey hava skilt tað, fekk eingin stórvegis mein av óhappinum. Ein persónur endaði á sjúkrahúsinum og bilurin fór rættiliga illa, tá hann slongdist frá einum veggi yvir í hin.
Ferðsluóhappið í dag er tað fyrsta síðan tunnilin alment lat upp fyri ferðslu tann 29. apríl í fjør. Áðrenn hetta var eitt annað óhapp, tá ein arbeiðsbilur rendi saman við ein annan, skrivar Norðlýsið