Fyrsta Fjølnir blaðið í ár

Meginfelag Føroyskra Studenta hevur nú givið út fyrsta Fjølnir blaðið í ár

Fyrsta Fjølnir blaðið í ár, sum er blaðið hjá føroyskum lesandi uttanlands, er nú komið út.
Í blaðnum verður millum annað skrivað um trupla lestrarvalið, og eisini hevur Jákup Sverri Kass hugleiðingar úr Århus.
Í eini lýsing í blaðnum verður søkt eftir blaðstjóra og skrivstovufólki til skrivstovuna í Keypmannahavn.
Eisini er prát við Guðrið Weihe og Hallu Nolsøe Poulsen, sum báðar lesa stjørnumálafrøði og eru í starvsvenjing í ávíkavist Berlin og Washington.
Fyri lesandi í Danmark er hetta blaðið fínt, og nógv er at frætta um føroyska lestrarlívið á flatlondum.