Fyrsta jólaskipið var í Klaksvík

Tað eru í ár 29 ár síðan, at fyrsta jólaskipið í Føroyum kom siglandi inn á Klaksvíkina. Tað vóru Niclas Heri Jákupsson og Emil Gunnarstein, ið ynsktu at gera nakað serligt fyri børnunum í býnum á jólum.


Fyrsta jólaskipið var reyði og jólaligi AWI 27 báturin hjá pápa Niclas Hera. Pápi Emil hjálpti at pynta bátin, og pápi Niclas Hera var skipari. Teir væntaðu ikki nógv fólk fyrsta árið, men tá jólaskipið kom siglandi inn eftir vágni, blivu teir bilsnir av, at so nógv fólk vóru møtt upp. Uppmøtingin var so mikið góð, at neyðugt var at keypa fleiri karamellueskjur, so at øll børnini fingu karamellur.


Við árunum mentist tað, fleiri fólk løgdust aftrat, skótarnir og Klaksvíkar hornorkestur gjørdist partur av tiltakinum og gjørdist jólaskipið ein fastur táttur í jólunum í Klaksvík.


Síðan eru fleiri jólaskip løgst aftrat runt landið og eru jólaskipini í dag eitt av hæddarpunktunum í jólunum hjá børnum kring alt Føroyar.


Hesin stubbin er partur av eini størri grein ”Hvaðani stavar tað”, ið var at lesa í jólablaðnum hjá Miðlahúsinum, ið bleiv borið út í hvørt hús í Føroyum fyrst í desember.