Fyrsta kappingin í Ársins Songrødd verður leygarkvøldið

Leygarkvøldið 23. februar verður fyrsta innleiðandi umfar í Ársins Songrødd 2002 fyri Havnina

Av tí at ovurstórur áhugi er at lutaka í høvuðstaðnum verða tvey umfør. Tað seinna umfarið verður leygarkvøldið 27. apríl.
Sum heild hava sera nógv teknað seg til kappingina. Saman við stuðlunum, Føroya Banka, Føroya Bjór og Casablanca verður meira gjørt burturúr í ár enn undanfarnu árini. M. a. verður umframt 1. vinning eisini latið 2. og 3. vinningur.
Vinnarin av Ársins Songrødd fær 10.000 krónur. Nr. 2 fær 5.000 krónur, og triði vinningur er 2.000 krónur.
Navnframi James Olsen, sum eisini er kendur í samband við Danska ?popikonið? Erann DD, verður frásøgumaður. Og sum prikkurin yvir i?num fer ein av okkara bestu DJ?arum, Martin Kjærbo, at standa fyri undirhaldinum sum verður aftan á kappingina. Har koma vit m. a. at hoyra James Olsen syngja, eisini fáa áskoðarar høvi at lutaka í ymsum kappingum, og verða gávulutir frá Føroyar Banka og Føroya Bjór tveittir út millum áskoðararnar.
Vinnarnir av innleiðandi umfarinum fáa gávukort frá Casablanca. Nr.1 og nr.2 koma víðari til finaluna, sum verður í Badmintonhøllini í Havn tann 29. juni.
Fyrireikararnir vóna, at tiltakið kann geva luttakarunum eitt innlit í, hvussu tað kennist at verða á palli, har ein stór áskoðarafjøld og yrkisligar fyritreytir so sum ljóð og ljós eru til staðar.
Samstundis vóna fyrireikararnir, at tiltakið eisini kann lata upp hurðar fyri luttakarar inn á almennan tónleika- og songpall, eins og tað kanska hevur gjørt fyri eitt nú Eivør Pállsdóttir, Arnfríð Lutzen, Guðrun Jacobsen, Kaj Johannesen, James Olsen, Malan Eyðunsdóttir og mong onnur.
Tey hava øll luttikið í Ársins Songrødd.